Vilja vit náa málinum, mugu vit vilja ganga vegin, sum førir hagar

Skrivað: Marjan Nielsen

“Harri, vit vita ikki, hvar tú fert; hvussu skulu vit tá vita vegin?” (Jóh 14,5)

Vilja vit náa málinum, mugu vit vilja ganga vegin, sum førir okkum á mál. Tað hjálpir mær ikki nógv at ynskja meg út um landoddarnar, um eg hvørki vil sigla ella flúgva. Heldur ikki at ynskja mær hægri útbúgving, um eg ikki vil brúka orku og tíð uppá lesnaðin. Ella at njóta útsýnið uppi á Slættaratindi, um eg ikki tími at ganga alla brekkuna niðaná. Gerast fremstur í ítrótti, uttan at venja.

Vilja vit náa málinum, mugu vit vilja ganga vegin. Hetta sama er galdandi okkara lívsleið, um himmalin er okkara stavnhald og mál. Ikki allir vegir føra til himmals, tvørturímóti sigur Jesus: ”Tað víða portrið førir til undirgangs, og gøtan hagar er breið. Og mong ganga ta leiðina. Men harafturímóti eru bæði gøtan smøl og portrið trongt til lívið, og fá eru tey, ið finna hagar”. (Matt 7,13-14, Nýggi Sáttmálin)

”Eg eri vegurin og sannleikin og lívið. Eingin kemur til faðirin uttan við mær” (Jóh 14,6). Tað er bert ein vegur givin okkum at ganga, sum førir heim til tað himmalska málið, og hann er í trúnni á Jesu Kristi fullgjørda verk á Golgata, har hann vann sigur á bæði synd og deyða, okkara vegna. Hin góði hirðin, sum ígjøgnum sítt orð vil leiða og vísa okkum vegin á mál.

“Hjarta tykkara verði ikki óttafult! Trúgvið á Gud og trúgvið á meg!” (Jóh 14,1)