Vilt tú møta Jesusi?

Skrivað: Signar Hansen

Frásøgnin um Sakeus hevur altíð hugtikið meg. Vit lesa hana í Lukas 19,1-10.

Tað er týðiligt at síggja, hvussu nógv Sakeus broyttist, aftaná at hava møtt Jesusi. Vit lesa, at at byrja við vildi hann bara síggja, hvør Jesus var. Sakeus hevði óivað hoyrt um Jesus, men tað var ikki blivið til meir enn leysasøgur. Men hendan dagin í Jeriko hendi tað óvæntaða. Nú møttust teir báðir, Jesus og Sakeus. Sakeus var farin upp í eitt træ og sat har og bíðaði. Og tá Jesus nú kom gangandi, leit hann upp og bar eyga við hann. Tað er, sum um Jesus leitaði eftir Sakeusi. Kanska hevur Jesus hugt upp í fleiri trø, sum stóðu har við vegin, tí vit lesa eisini, at Jesus leitaði eftir tí farna, fyri at bjarga tí. Sakeus fekk eitt møti við Jesus, sum gjørdi hann glaðan. Sakeus visti væl, at hann var ein syndigur maður, tað hevði bygdarfólkið sagt, og tí skundaði hann sær at taka ímóti Jesusi, tá hann fekk møguleikan.

Jesus fann Sakeus, og tað bleiv hansara bjarging. Hann skammaðist ikki við Jesus og hugsaði heldur ikki um, hvat hini mundu fara at siga. Sakeus bleiv ikki ein syndafríur maður, aftaná at hann hevði møtt Jesusi, men ein fyrigivin og frelstur syndari.

Hvat gera vit, tá Jesus kemur til okkara bygd? Vilja vit møta honum, ella hugsa vit, hvat fara hini í bygdini siga, og so kanska setast aftur? Gud hjálpi okkum hvønn dag at skunda okkum og taka ímóti Jesusi glað.