Vinn tú á illum við góðum
“Lat ikki hitt illa vinna á tær, men vinn tú á illum við góðum!” (Róm 12,21)
Lata vit ofta tað ónda vinna á okkum? Eg kann bara svara fyri meg, at tíverri er svarið oftani ja. Tá Gud verður settur í aðru røð, tá lata vit tað ónda vinna á tí góða. Til dømis tá eg eri spurdur um at hava ein vitnisburð, skriva eina andakt ella eina aðra uppgávu fyri Gud, og Sátan kemur sníkjandi. Hann kemur við lygnum – so sum “Hatta klárar tú ikki! Hvat skalt tú koma við, nei, lat bara vera.” Hann dugir so væl at fáa okkum at trúgva sær, hann hevur jú gjørt tað síðan heimurin byrjaði. Tí er tað sera umráðandi, at vit ikki lurta eftir honum, men at vit lurta eftir, hvat Gud sigur um okkum.
Eitt dømi frá mínum egna lívi er, at eg havi alt ov ofta borið meg undan, tá eg eri spurdur um at hava vitnisburðar og tílíkt, tí at eg havi lurtað eftir lygnunum, sum Sátan hevur prentað í meg. So ein dagin tá eg bleiv spurdur um at hava ein vitnisburð, fekk eg mær eitt mannakorn, og tá fekk eg versið, ið stendur í Rómverjabrævinum 12,21 “Lat ikki hitt illa vinna á tær, men vinn tú á illum við góðum!”. Tá hugsaði eg, at eg kundi ikki bera meg undan meira og byrjaði at lurta eftir Gudi. Tá sá eg eisini tað, hann hevði gjørt fyri okkum, við tað at hann doyði og reis upp fyri okkum.