Virðismetið hvørt annað í Guds tænastu

Skrivað: Rósa Johannessen

Um vit vilja tað ella ei, so hevur Jantelógin stóra ávirkan á okkum. Vit vilja ikki siga, at vit eru góð til nakað, tí annars verða vit løgd undir at reypa, ella verða kanska niðurgjørd fyri tað.

Hetta setur tíverri nakrar forðingar, tá vit skulu tæna Gudi. Tí at nær kann eg loyva mær at bjóða meg fram til nakað? Við at bjóða meg fram til eina uppgávu, sigi eg so ikki sjálv, at eg hevði verið góð til uppgávuna?

Jú, tað ger ein í ein ávísan mun. Eg veit, at nógv menniskju hava tað júst soleiðis, og tað kenni eg eisini frá mær sjálvari. Tað er ein stórur trupulleiki, tá tað fer so langt, at ein ikki torir at gera eina tænastu í Guds ríki orsakað av Jantelógini.

Tíbetur eru tað summi, sum tora at bjóða seg fram í samkomuni, og hetta er sera týdningarmikið. Men tað, sum hevur størri týdning, er, at vit rósa teimum fyri tað, tey gera, og virðismeta tað.

Paulus kemur við eini áminning til meinigheitina í Tessalóniku, um at virðismeta tey menniskju, sum eru í tænastu fyri Harran (1 Tess 5,12-13).

Hetta er skrivað langt síðani, men eg haldi eisini, at tað er ótrúliga týdningarmikið enn í dag, at vit rósa teimum og virðismeta tey, sum tæna Gudi. Og ikki minst fortelja teimum tað, at tey gera eitt gott arbeiði, tí tað er altíð gott at fáa rós.

Tað er fullkomiliga líkamikið, hvussu stóra uppgávu, tú hevur í samkomuni. Um tú talar, leiðir, bjóðar vælkomin, bakar kaku ella stendur og vaskar upp.

Á ein ella annan hátt, so ert tú við til at tæna Gudi. Tí haldi eg, at tað er so týdningarmikið, at vit minnast til at siga takk, óansæð hvørja uppgávu tann einstaki hevur.

Hetta er bara  ein áminning og serstakliga ein áminning til mín. Tað, at vit ikki mugu lata Jantelógina forða okkum í at tæna Gudi og at gera tænastur í samkomuni.  

Til síðst vil eg bara enda við nøkrum góðum og vísum orðum, sum kunnu hjálpa okkum: Rósið hvør øðrum og virðismetið hvørt annað í Guds tænastu.

Rósa Johannessen, Klaksvík