Vísið hvør øðrum virðing

Skrivað: Heri Danielsen

“Verið í bróðurkærleikanum hjartans blíðir hvør við annan; kappist um at veita hvør øðrum virðing” (Róm 12,10).

Í hesum døgum er altíð nógv á skránni, ja, summi siga, at tað ikki eru nóg nógvir tímar í døgninum. Og tá ið vit ferðast so nógv, og vit skunda okkum so nógv, er tað sera ofta at vit gloyma nøkur ting. Eitt dømi er nevniliga bróðurkærleiki. Tí Paulus leggur sera stóran dent á henda bróðurkærleikan, og ikki minst Jesus nevnir oftani henda partin av trúnni. Men útliva vit kristnu henda bróðurkærleika, sum vit eiga?

Tey flestu av okkum ganga í einari meinigheit, og tá ið vit eru í okkara egnu samkomu og í tí húsi, har vit kenna øll og vita, at tey eru trúgvandi, tá er tað nógv lættari at vísa næstakærleika, bróðurkærleika og virðing fyri teimum, og tað skula vit eisini. Men Paulus skrivar um, at meinigheitin og kirkjan eiga at hava eina útstráling til heimin, og tað eigur at vera, at vit eru góð við hvørt annað. Men hetta eigur ikki bara at vera víst í okkara meinigheit. Nei, vit skula eisini vísa henda kærleika úti í heiminum. Vit skula elska tey, ið hata okkum. Vit eiga at virða tey, ið vanvirða okkum. Tí, sum Jesus sigur tað so væl í Matteus 5,46-47: “Tí um tit elska tey, ið tykkum elska, hvørja løn eiga tit fyri tað; Gera ikki eisini tollarar tað sama? Og um tit heilsa eina brøðrum tykkara, hvat avbært gera tit tá? Gera ikki eisini heidnir menn so við?”

Paulus skrivar, at vit skula kappast um at veita hvørjum øðrum virðing. Hetta skal vera gjørt bæði í samkomuni, men sanniliga eisini úti í heiminum. Sjálvt um tað til tíðir kann vera sera torført, so eru vit noydd at minna okkum sjálv á, hví vit gera tað. Jú, tað er sjálvandi fyri at leiða onnur við okkum í himmiríkið, so at vit fáa so nógvar brøður og systrar við okkum sum gjørligt.