Vit bíða eftir einum ævigum kongi
”Tá ið dagar tínir eru at enda, og tú fert til fedra tína, tá vil eg reisa avkom títt eftir teg, ein av sonum tínum, og staðfesta kongsdømi hans. Hann skal reisa mær hús, og eg skal staðfesta hásæti hans um ævir. Eg vil vera honum faðir, og hann skal vera mær sonur; og miskunn mína vil eg ikki taka frá honum, eins og eg tók hana frá undanmanni tínum; og eg vil seta hann yvir húsi mínum og kongsdømi mínum um ævir, og hásæti hans skal standa fast um ævir!” (1 Krýn 17,11-14)
Hesi orðini ber Nátan profetur Dávid kongi frá Gudi. Kongur vildi byggja Harranum eitt tempul, men Gud vildi heldur, at sonurin Sálomon skuldi byggja tempul, og soleiðis bleiv tað nøkur ár seinni.
Men kortini eru orðini omanfyri gátufør, tí hvønn son hjá Dávidi tosar Gud um? Viðkomandi skal jú ikki einans byggja Gudi eitt hús, men skal eisini sita ævigt á kongsdømi Guds! Soleiðis eru mong profetaorð í Gamla testamenti, ið tykjast hava ein dupultan týdning. Tey ganga partvís út í næstu framtíð, men tó ikki til fulnar, fyrrenn Messias kemur.
Í ljósinum frá tí, ið evangelistarnir og ápostlarnir siga um Jesus úr Nasaret, kann profetiið einans sipa til hansara. Soleiðis sum Gabriel eingil segði við blaðungu gentuna í Nasaret 1000 ár eftir Dávid kong: ”… tú skalt verða við barn og eiga ein son, og navn hansara skalt tú kalla Jesus. Hann skal verða stórur og verða kallaður sonur hins hægsta, og Gud Harrin skal geva honum hásæti Dávids, faðirs hansara; og hann skal verða kongur yvir ætt Jákups allar ævir, og á kongadømi hansara skal eingin endi verða” (Luk 1,31-33).
Tað er ein ævigan kong, vit bíða eftir nú í adventini! Hann er sonur Dávids og sonur Guds.
(Andaktirnar í desember eru skrivaðar við íblástri frá adventsandaktsbókini “Mens vi venter…” eftir Ditte Mortensen, Lohses Forlag 1994)