Vit eiga at líta á Gud
”Legg tú á Harran tínar leiðir, og lít tú á hann, hann man tað útinna, ”
Sálm.37,5
Einaferð ein sandoyarprestur hevði verið til gudstænastu í Skúvoy, var so ókyrt á Sandi, tá ið teir komu aftur við prestinum, at vandamikið var at lenda. Men onnur ráð vóru ikki at taka. Bátsmenninir vóru greiðir yvir, at hetta kundi verða teirra seinasta stund. Presturin spyr so formannin, hvussu hetta man fara at enda. Tá reisir formaðurin seg og lítur prest í andlitið og sigur: Vit gera tað, vit kunna, og líta á Gud. Hetta treystið og álitið á Gud, sum formaðurin sýndi, var prestinum ein livandi vitnisburður, sum hann ongantíð seinni kundi gloyma.
Mangur ein sjómaður hevur ofta einki annað havt at líta á í neyðarstund uttan Gud, og hvussu mangir kunnu ikki seinni vitna um, at tað var Harrin, ið hjálpti og eingin annar. Og mangir eru vitnisburðarnir um Harran, sum hjálpti bæði í likamligari og sálarligari neyð. Og hvussu stórur er ikki tann skarin, sum í dag syngur Gudi prís í Himlinum, tí Gud hjálpti teimum á neyðardegi!
Dávid hevði roynt, at njótingin her í heiminum: holdsins girnd, mannaæra og stuttleikar av ymsum slag endaði í tómleika, tí kann hann vitna um, at Harrin er trúfastur og álítandi um ævir.
Lít á Gud, tá ið holdsins girnd lokkar teg til synd, tí at synduga levnað títt svíkur teg til síðst, men reinleikin í Gudi verður tær hollur.
Lít á Gud, tá ið óttin fyri dagligum breyði og lívsins uppihaldi vil køva lívsgleði tína; kasta alla sorg tína á Gud, tí hann hevur umsorgan fyri tær.
Lít á Gud, tú sjómaður og arbeiðsmaður, sum freistast til at vanhalga hvíludagin við óneyðugum arbeiði. Lít á Gud, Hann gevur tær tað, sum rætt er, gerandisdagarnar.
Lít á Gud, tú einsligi, tú neyðstaddi, tú heilsuveiki, tú sjúki! Lít á hann, hann hevur umsorgan fyri tær, hann elskar teg, hann vil frelsa teg, men tankar hansara eru hægri enn tínir tankar.
Vit skilja ikki Gud, men vit eiga fram um alt at líta á hann.