Vit eru frelst, tí tey fullu
“Við falli teirra er frelsan komin til heidningarnar” (Róm 11,11)
Í kapitlunum 9, 10 og 11 í Rómverjabrævinum skrivar Paulus um støðu jødanna til gleðiboðskapin. Jødarnir, sum høvdu lyftið um at fáa Messias, trúðu ikki á hann, tá ið hann kom. Teir vrakaðu Jesus. Tó vóru tað ikki allir jødarnir, sum vrakaðu hann, men ein stórur partur av teimum. Paulus sigur, at teir snávaðu og fullu.
Syrgiligt.
Tað endar tó ikki her.
Gleðiboðskapurin er, at við tað at jødarnir fullu, er frelsan komin til okkara, sum eru av heidningarót.
Í Rómverjabrævinum 11 nýtir Paulus myndina av einum træi. Jødarnir, sum ikki trúgva, eru sum greinar, ið eru brotnar av trænum. Har er einki lívssamband við Gud. Men við tað at greinar vórðu brotnar av, gav tað pláss til, at heidningarnir kundu verða gróðursettir á træið. Vit eiga tí lut í tí sama, sum jødarnir, ið trúgva á Jesus.
Hetta eigur at skapa takksemi í hjørtum okkara. At vit hava fingið lut í frelsuni.
Gleðiboðskapurin endar ikki her.
Bíblian lærir okkum, at forherðing er komin yvir ein part av Ísrael. Men í framtíðini skal veking koma, og jødarnir skulu í stórum tali venda um og verða gróðursettir aftur á træið.
Lat okkum takka, at vit eru sett á træið og eiga lut í frelsuni. Lat okkum eisini biðja um veking millum jødarnar, at teir mugu síggja, at Jesus er Messias.