Vit eru í Gudi, og Gud er í okkum
Eg eri ikki Gud, og eg finni heldur ikki Gud við at leita eftir honum í mær sjálvum. Gud er heilt øðrvísi enn eg. Hann er almáttugur, óendaliga kærleiksfullur, og hann er allastaðni. Hann kom niður á fold sum eitt menniskja – Jesus Kristus. Ein dag skal hann eisini fella dóm yvir meg. Nei, Gud er ikki líka sum eg, aldeilis ikki.
Men tann Gud, sum er øðrvísi enn eg, sigur samstundis, at hann vil verða í mær, og at eg má verða í honum. Hetta eru innilig orð, sum verða brúkt. Eg eri fødd av Gudi – eg kenni Guð.
Tað er ringt at skilja, ringt at forklára og seta orð á, hvussu forholdið millum Gud og meg verður lýst. Tað er í roynd og veru um, at Gud hevur givið mær av sínum anda. Hansara andi fer inn í meg. Gjøgnum dópin og við trúnni, blívi eg foreind við Gud uppá ein óskiljandi máta. Eg verði í honum og hann í mær.
Sjálvt um hetta er so óskiljandi, so førir hetta nakað heilt ítøkiligt við sær. Nú eg havi fingið Guds anda í meg, fái eg kærleika til onnur kristin, mínar brøður og systrar. Eg játti mína trúgv á Jesus, sum Guds son. Hesi tvey tingini broytast, tá Guds andi tekur búgv í okkara hjørtum.
Tað merkir tó ikki, at eg ongantíð komi at ivast í trúnni, ella at eg ongantíð verði óð við míni systkin í Harranum. Men tað merkir, at tá Guds andi fær loyvi til at stýra yvir mínum tankum, orðum og gerðum, so koma trúgv og kærleiki fram. Samstundis merkir tað eisini, at eg má geva Guds anda loyvi at vaksa í mær, soleiðis at trúgvin og kærleikin koma at ráða yvir mær og soleiðis hava størri ávirkan á, hvat eg hugsi, sigi og geri. Má Gud hjálpa okkum at søkja hann meir og vaksa meir í honum.