Vit eru salt og ljós
“Tit eru salt jarðarinnar… Tit eru ljós heimsins” (Matt 5,13a.14a).
Ein av bókunum um Álv Ákason eitur “Hvussu víða røkkur Álvur?”. Álvur hugsar um, hvar hann byrjar og hvar hann endar. Ein av tonkunum kemur, aftaná at pápin hevur lagt hondina á herðarnar á honum og spurt, um hann kann fara út við ruskinum. Álvur fer, og meðan hann gongur út við ruskposanum, følir hann hitan frá hondini á pápanum á herðunum. Álvur hugsar: “Man eitt petti av pápanum vera á herðunum á mær?”
Hvussu víða røkka vit? Hvussu víða røkkur Gud í okkum? Hetta eru áhugaverdir spurningar. Ikki bara tá hugsað verður um tað likamliga, men ikki minst tað menniskjaliga og andaliga. Hvussu víða røkka vit við teimum orðum, vit siga? Hvussu víða røkka okkara gerðir og okkara atferð?
Ofta hugsa vit alt ov lítið um, hvørja ávirkan vit hava á hvør annan. Hvørja ávirkan tað hevur, um eg heilsi upp á tann, eg møti, ella eg lati vera. Vit eru so nógv meir enn tann likamligi kroppurin. Vit eru eisini allar okkara gerðir, øll okkara atferð og orð.
Er samsvar millum tann, vit halda okkum vera, og tað, menniskju uppliva? Hvør er kenslan hjá menniskjum, tá “vit hava tikið hendurnar av aftur herðunum á teimum”?
Mín bøn er, at vit mugu halda okkum nær at orðinum, so at tá ið vit “nerta við” menniskju, mugu tey uppliva fríska saltið og bjarta ljósið frá Gudi.