Vit fáa føði til ein dag í senn
“Rís upp og et, tí annars verður leiðin tær ov long” (1 Kong 19,7).
Hesa heilsan fær Elia profetur frá einum Harrans eingli, har hann mótleysur og ræddur liggur undir einum gývilrunni í oyðimørkini, eftir stóru gudaroyndina á Karmelfjalli.
Matur er lívsneyðugur fyri okkara likamliga vøkstur og trivnað. Á sama hátt er Guds orðið lívsneyðugt fyri okkara sál og andaliga lív.
Guds fólk eru ávegis, eins og ísraelsfólk vóru tað í oyðimørkini
“Eg eri lívsins breyð”, sigur Jesus. Ísraelsfólk upplivdi, at Gud sendi teimum manna á morgni, nýtt manna. Tey skuldu ikki goyma tað til dagin eftir, tí tá var tað spilt. Tey fingu nóg mikið til ein dag í senn. Soleiðis er tað eisini, tá Gud gevur okkum sína andaligu føði – vit fáa til ein dag í senn. Hvønn morgun býtir hann av nýggjum út av sínum gávum. Hann leggur av nýggjum gerningar til rættis fyri okkum at ganga í. Hann áminnir, hann vegleiðir og hann styrkir, sum orðið sigur: “Sum tín dagur skal tín styrki vera.” Nakað av tí, sum hann leggur til rættis fyri okkum í dag, er helst ikki ein møguleiki fyri okkum at gera í morgin. Vit hava øll fingið serlig evni, sum Jesus vil hava í brúk. Tað er ein stór náði fyri hvønn tann, sum trýr, ja, Jesus sigur sjálvur, at frá henni ella honum renna løkir við livandi vatni. Tonk, hvussu stórt tað er at kunna vera sendiboð í Krists stað. Gud gevi okkum gleði í tænastuni.