Vit hava Bíbliuna, tað er nóg mikið
“Men hann segði: “So biði eg teg, faðir, at tú vilt senda hann í faðirs míns hús, tí at eg eigi fimm brøður, til tess at hann kann bera vitni fyri teimum, so at teir ikki við skulu koma í henda pínustað” (Luk 16,27-28).
Ríki maðurin biður Ábraham senda Lázarus til beiggjar sínar, so teir kunnu trúgva og ikki koma í pínustaðin. Ábraham svarar: “Teir hava Móses og profetarnar, og tað er nóg mikið.”
– Vit hava Guds orð, Bíbliuna, og tað er nóg mikið.
Í 2007 var eg við einum toymi í Kambodja. Tað var serligt at síggja, hvussu fólkið har hungraði eftir at hoyra gleðiboðskapin og tók alt til sín, sum tey hoyrdu. Tað kann nokk eisini hava sínar orsøkir, men “for lidt og for meget”, kundi ein sagt. Vit føroyingar vilja oftast hava logisk svar og haldgóð menniskjagjørd prógv, áðrenn eg kann trúgva. “Tað kann ikki passa, tí at…”, hoyrir ein onkutíð. Tað fellir okkum tungt at taka orðið, sum tað er, og góðtaka Bíbliuna, sum Guðs orð.
Bíblian lærir, at tað eru tveir vegir út úr heiminum, og tað verður ikki gjørdur mannamunur. Vegurin, vit velja, er, um vit antin trúgva á okkara krossfesta og upprisna frelsara Jesus Kristus ella ikki.
– Hvussu er so mín og tín støða í dag? Hvørjum vegi ferðist eg á?