Vit heysta tað, ið vit sáa

Skrivað: Unn Breyt Kass

”Villist ikki! Gud letur seg ikki spotta; tí at tað, sum maður sáar, tað skal hann eisini heysta. Tí at tann, sum sáar í holdi sínum, skal av holdinum heysta týning; men tann, sum sáar í andanum, skal av andanum heysta ævigt lív. Men latum okkum ikki troyttast av at gera tað, sum gott er! Tí at í sínum tíma skulu vit heysta, um vit ikki gevast” (Gal 6,7-9).

Um vit seta eplir niður, so kunnu vit vera rímiliga vís í, at tað ikki verða tomatir, sum vit taka upp aftur. Soleiðis er eisini við okkara andaliga lívi. Um vit sáa, soleiðis at tað hóvar okkum sjálvum, so verða tað eisini hesar fruktir, vit koma at heysta. Allarhelst verður talan um syndaligleika og óndskap. Men sáa vit hinvegin, fyri at tekkjast Gudi, so heysta vit eisini hareftir: gleði og ævigt liv. Hetta er so álvarsligt, serliga tá tað kemur til okkara kirkjur og samkomur og tey, sum skulu bera orðið fram; at vit ikki bert sáa tað, sum hóvar okkum at hoyra, men at vit sáa, fyri at tekkjast Gudi og bera fram alt hansara orð, tí hetta er gott, hetta er Guds vilji. Og halda vit fram við at gera tað, sum gott er, so vil Gud eisini syrgja fyri, at vit koma at heysta góða frukt.

Tað eigur ikki at vera nakað yvirraskilsi fyri okkum, at tað, sum vit sáa, tað skulu vit eisini heysta. Soleiðis er eisini við øðrum viðurskiftum í lívinum. Um vit tosa ilt um okkara vinir, so kunnu vit eisini vera rímiliga vís í at missa hesar vinir.