Vit kunna fara frá deyðanum til lívið
Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Tann, sum hoyrir orð mítt og trýr honum, sum sendi meg, hevur ævigt lív og kemur ikki til dóms, men hann hevur stigið yvirum frá deyðanum til lívið. (Jóh 5,24).
Jesus sigur hettar fyri nøkrum jødum, ið ikki vildu trúgva, at hann var sonur Guds. Jesus velur tí at siga frá, hví hann er komin í heimin. Júst hetta versið hevur tríggjar høvuðsboðskapir, ið allir lýsa, hvat trúgv er, og hví Jesus mátti koma.
At vit skula hoyra, lesa og trúgva teimum orðum, Jesus hevur opinberað okkum.
At vit skula trúgva á Gud og at hann er Harri.
At hetta er einasti vegur til ævigt lív, og at fara frá deyðanum til lívið.
Øll hesi trý punktuni, eru sera týdningarmikil, tá ið tað kemur til okkara trúgv. Tí at um vit ikki fylgja einum av hesum trimum boðunum, so fylgja vit ikki tí, vit skula. Tí hesi trý punktini halda saman.
Jesus nýtir oftani myndamál. Men myndin av livandi og deyða, er sera nógv brúkt. Henda myndin sigur okkum, hvørjar avleiðingar, tað hevur, um vit trúgva, ella um vit ikki trúgva. Jóhannes 5,24 sigur tað so væl, at tann sum trýr á Gud og trýr á Jesu orð, hann fær ævigt lív í himmiríki. So sigur Jesus, at tá vit trúgva, tá hava vit stigið frá deyðanum til lívið.
Og vit vita, at hettar ikki er meint bókstaviliga, men Jesus upplivdi hettar sjálvur at fara frá deyða til lívs. Hetta sigur okkum, hvussu vit skula gera. At vit eru deyðadømd, um vit ikki trúgva, men at vit kunna koma til lívið, tað æviga lívið, um vit trúgva á Harran Jesus.
Heri Danielsen, Toftir