Vit kunnu troysta onnur við Guds troyst
“Sum troystar okkum í eini og hvørjari trongd okkara, so at vit kunnu troysta tey, sum eru í alskyns trongdum við teirri troyst, sum vit sjálvir verða troystaðir við av Gudi” (2 Kor 1,4).
Eitt forstørrað bíbliuorð frá sunnudagsskúlanum, ið hekk á vegginum heima, bleiv mær so sera kært, tá ið eg kendi meg so óendaliga móða, bæði til likams og sálar, at eg lærdi meg tað uttanat, fyri at fáa ugga og styrk í trúnni á Jesus, hvat so enn fór at henda mær og mínum kæru.
“Jesus fyrigav okkum allar misgerðir okkara og strikaði út skuldabrævið, sum kom okkum við og var skrivað við boðorðunum, tað sum var okkum ímót, og hann beindi fyri tí, við tað at hann negldi tað á krossin” (Kol 2,14).
Síðani gingu nakrar vikur við kanningum, inntil eg kom á sjúkrahúsið at liggja. Tá kom eg í prát við eina gamla konu, sum eisini stríddist við depressión og var komin í neyð um sína sálarstøðu, hvørt Jesus nú veruliga hevði fyrigivið henni syndir hennara ella ikki.
Eg kom beint í tankar um hitt bíbliuorðið og gav henni tað. Hon takkaði fyri og bleiv so glað. Hvat ið síðani hendi, veit eg ikki. Men fyri meg kendist tað so gott at kunna sleppa at troysta eitt menniskja við teirri somu troyst, ið Jesus hevði troystað meg við gjøgnum sítt orð. Takk fái hann fyri tað.
Prísaður veri Jesus fyri tað.