Vit mugu eisini vitna

Skrivað: Kristianna Johannesen

Í Ápostlasøguni lesa vit um, hvussu Paulus bleiv umvendur. og hvussu stórt dirvi hann, saman við øðrum, hevði at vitna um Jesus. Í kapittul 16 lesa vit um, tá Timoteus kemur í fylgi við Paulusi. Teir hittast í Lystra, og hetta varð byrjanin til eitt lívslangt vinarlag og samarbeiði. Paulus tekur Timoteus við sær á ferð. Hann upplærir henda unga drong og gevur honum størri og størri ábyrgd.

Teir fara til Filippi, sum var ein týdningarmikil býur í Makedóniu. Hvíludagin leita teir sær til eitt bønarhaldsstað, uttanfyri býin. Har funnu teir nakrar kvinnur, sum vóru samankomnar. Harímillum var Lýdia, ein kvinna, sum handlaði við purpuri, og sum óttaðist Gud. Ímeðan hon lurtaði eftir Paulusi, opnaðist hjarta hennara, soleiðis at hon tók ímóti gleðiboðskapinum um Jesus. Hon og hús hennara lótu seg doypa, og eftir tað bjóðaði hon Paulusi og hansara fylgismonnum inn til sín at búgva.

Lydia var ikki jødi, tó var gleðiboðskapurin eisini fyri hana. Hon kundi ikki av sær sjálvari lata sítt hjarta upp og lova Jesusi inn. Tað var Guds verk. Hon fór og vitnaði fyri sínum húsfólki, sum eisini lótu síni hjørtu upp fyri Jesusi. Øll hennara húsfólk blivu doypt.

Soleiðis kunnu vit eisini í dag vitna um Jesus millum okkara medmenniskju. Vit kunnu ikki av okkum sjálvum koma til trúgv á Jesus Kristus. Trúgvin er Guds gáva til okkara. Vit eru doypt at hoyra Jesusi til, tí mugu vit vera við at vitna fyri okkara medmenniskjum um Jesus, soleiðis at fleiri hoyra Guds orð og varðveitta tað.

”sæl eru tey, sum hoyra Guds orð og varðveita tað” (Luk 11,28).