Vit sleppa eisini upp í part

Skrivað: Øssur Kjølbro

“… hann sigur: “Tað er ov lítið fyri teg at vera tænari mín til tess at endurreisa Jákups ættir og leiða hini varðveittu av Ísrael heim aftur; tí geri eg teg til ljós fyri heidningarnar, so at frelsa mín má røkka út um alla jørðina” (Jes 49,6).

Jesaja profetur sleppur at hoyra eina himmalska samrøðu millum Gud og son hansara. Tað er Gud sjálvur, sum hevur skapað himmal og jørð, ið talar. Hann talar við son sín, sum enn er hjá honum í himmalsku dýrdini. Teir tosa um ta uppgávu, sum sonurin skal loysa, tá hann er føddur í Betlehem.

Tað er greitt í øllum profetiunum, at Messias verður sendur til Guds egna fólk at vera loysnari teirra. Men her eins og fleiri aðra staðni avdúkar Gud, at frelsan ikki skal vera avmarkað til jødafólkið, men at øll heimsins fólkasløg sleppa at fáa lut í tí frelsu, sum jødakongurin av ætt Dávids og Juda skal fáa til vega. Hann skal vera eitt ljós fyri okkum heidningar.

Sum tað er gott, at hetta ósigandi dýra ofrið – at ein rættvísur, fullkomin og syndafríur maður líðir og doyr fyri at rinda skuldina hjá menniskjum mótvegis Gudi – ikki einans kemur einum útvaldum skara til góðar, hóast tey standa fremst í røðini. Nei, Gud vil, at frelsa hansara skal røkka út um alla jørðina. Jesus kom at frelsa jødar og heidningar. Tá vit trúgva honum, taka vit samstundis ímóti hesi stóru náði-gávu!

Ísraels Gud er tann einasti sanni Gud fyri allan heimin. Og sonur hansara, Jesus Kristus, er heimsins frelsari. Tað prógvaði hann, tá hann reis upp frá deyðum páskamorgun. Lat okkum tilbiðja hann og takka honum!

 

(Andaktirnar í desember eru skrivaðar við íblástri frá adventsandaktsbókini “Mens vi venter…” eftir Ditte Mortensen, Lohses Forlag 1994)