Vit trúgva á tann Gud, sum ger undur

Skrivað: C. Bartholdy
Týtt: Henry D. Joensen

“Legg tú á Harran tínar leiðir, og lít tú á hann, hann man tað útinna” (Sl 37,5).

Ein studentur greiddi professara sínum frá um gudstrúgv sína: “Eg trúgvi á Gud; men ikki á undur.” Professarin svaraði: “Hvør er ætlan tín við einum Gudi, ið ikki kann gera undur?”

Gud gjørdi vart við seg! Tað er niðurlagið í sjálvari Opinberingini. Hann gjørdi vart við seg og skapaði heimin. Hann gjørdi vart við seg og sendi okkum son sín. Hann gjørdi vart við seg og læt hann rísa upp frá teimum deyðu. Hann gjørdi vart við seg hjá hvørjum einstøkum menniskja og skapaði tað av nýggjum við at leggja trúnna á Harran Jesus Kristus í teirra hjørtu. Lív av deyða hendir bara, tá ið Gud ger vart við seg.

Nú standa vit uppaftur mótvegis onkrum, har vit mugu siga: “Her má henda eitt undur, einki minni, um eitt menniskja skal verða frelst. Um okkara land og tjóð skal verða bjargað undan rotinskapi og gudloysi, um kirkja mín aftur skal gerast ljós og salt – so má eitt undur henda.”

Gud havi lov og tøkk. Vit trúgva á tann Gud, ið ger undur. Um ein lítur seg um, so kann ein við vissu siga, at Gud gjørdi vart við seg ferð eftir ferð í lívi mínum. “Eg eri eitt eydnusælt menniskja, havi upplivað undur á lívsleiðini.” Onkur hevur kanska hug at smírast. Tey halda, at alt hevur sína natúrligu frágreiðing. Eingin er so blindur sum tann, ið letur eyguni aftur við vilja. Er tað ikki undur, tá ið bønir okkara, bønir, sum bidnar eru í iva og mistreysti, verða hoyrdar?

Síðan vita vit eitt sindur um, at koma skal tað, sum Pætur ápostul nevnir ein endurreisnartíð, tá ið øll Guds lyfti verða uppfylt. (Áps 3,21)

Um stundin myrk meg sígur á,
og døpur syndaminni seg troka fram úr hjartavrá,
mín sál tó frið skal finna.
Eg fullvæl veit, stór synd mín er;
men størri boð Guds orð mær ber:
tín synd skal strikað verða.
(SB 478,3)