Vitan ella trúgv?

Skrivað: Herta Skarðhamar Chang

Hevur tú nakrantíð kent teg einsamallan ella lítið verdan? Eg havi í øllum førum havt nógvar slíkar løtur, og orsøkirnar eru ymiskar.

Eg havi í eina tíð nú verið saman nógvum fólkum, ið hava sera sterkar meiningar og hugsanir um ymist, og sum ikki eru bangin fyri at siga sína meining. Alt hetta eru góðir eginleikar, men tað, sum illimaður fekk meg at hugsa var, at eg var ikki nóg góð. Tey tíma ikki at lurta eftir mær, eg eri ikki nóg klók og so framvegis. Eg var bangin fyri at siga mína meining. Eg helt, at eg ikki hevði nakað at bjóða. Eg kendi meg lítið verdan og faktiskt býttan, hóast eg VISTI, at bíblian sigur okkum, at vit eru høgt elskaði (Jóh 3,16), útvald av Gudi og kongalig (1. Pæt 2,9). Men hví kendi eg meg kortini so lítið verdan og býttan? Eg hevði ringt við at TRÚGVA hesum ørindunum. Eg visti, hvat Guds orð segði um okkum, men eg trúði tí ikki. Ofta hava vit nógva vitan um bíbliuna, og hvat hon sigur, og vit kunnu endurgeva úr henni, men trúgva vit í roynd og veru tí, sum stendur í henni, og taka vit hesi orð til hjarta? Søk Gud fyrst og fremst, og lat hann gera av, hvør tú ert. Tú ert dýrabar/ur, høgt elskað/ur og skapt/ur í hansara mynd.