Vitin

Skrivað: Hanna Skorastein

Eldri sonur okkara, sum er 12 ára gamal, kom nú ein dagin heim úr skúlanum, og fortaldi um eina lítla frásøgn um ein vita, sum hann hevði lisið. Eitt illveðurskvøld gjørdist vitin óvirkin, og hetta viðførdi at eitt skip rendi á land.

“Tit eru ljós heimsins.” 
Matt. 5,14a

Eisini vit eru sett at verða vitar fyri onnur menniskju. Vit skulu verða ljós og salt heimsins. Men eins og vitin í frásøgnini gjørdist óvirkin, so hendir tað eisini hjá okkum, at vitin gerst óvirkin, ella kanska í besta fall lýsir ógvuliga kámt.

Men eins og veruligi vitin hevur ein vitapassara, sum ansar eftir at ljósið ongantíð slóknar, so hava vit ein himmalskan faðir, sum hjálpir okkum at lýsa – hetta megna vit ikki við egnari kraft. Men tá vit halda okkum til hansara, sum er lívsins kelda, og fáa kraft og mátt frá honum, gevur hann okkum styrki og mátt at verða vitar í gerandisdegnum. At lýsa fyri øðrum menniskjum, so tey eisini kunnu fáa eyguni fest á Jesus.

Tískil er tað alneyðugt, at vit allatíðina venda aftur til kelduna, sum gevur okkara vita megi at lýsa. At vit við bøn og bíbliulesnað dag um dag, loyva Jesusi at verða okkara vitapassari. Bert soleiðis kann okkara ljós lýsa bjartari. Guð hjálpi okkum til hetta, so at okkara viti ikki kámast.

Amen!