Vitnisburður Andans

”Sjálvur andin vitnar saman við anda okkara, at vit eru Guðs børn. ”
Róm.8,16

 

Hvussu kunnu vit vera vís í, at vit eru Guds børn? Tann spurningurin kemur mangan fram í huganum, og ofta verður hann settur manna millum. Av og á verður hetta til eina slíka sálarneyð og slíkan nívandi iva, at ein við sínum besta vilja ikki kann skilja, at hann ella hon kann prýða seg við slíkari heiðurstign.

Altso: Hvussu kunnu vit vera vís í, at vit eru Guds børn? Tað kunnu vit, tí sjálvi hava vit ikki funnið upp á hetta! Tað kunnu vit, tí at hetta heiðurstekinið er givið okkum oman av himni av guddómligari náði. Tað kunnu vit, tí ”Sjálvur andin vitnar saman við anda okkara, at vit eru Guðs børn. ” Og vitnisburður Heilaga Andans er altíð sannur.

Men tá ið Guds Faðirs Andi kennir okkum til botns og veit alt um okkum, hvussu ivi og vónloysi kunnu fylla okkum, ja eisini, hvussu vit kunnu gremja okkum, tá ið onnur í hugmóði og fákunnu royna at billa okkum inn, at vit soleiðis ikki beinanvegin kunnu vera Guds børn, so hevur Heilagi Andin givið okkum okkurt at halda fast við: dópsins vatn og dópsins orð. Í dópsins vatni og dópsins orði vitnar Heilagi Andin saman við anda okkara, at vit ERU Guds børn. Og skamm fái tann, ið setur spurnartekin við vitnisburðin og vil gera hann týdningarleysan. Sjálv hava vit ikki tikið okkum hetta navnið – Guds børn. Vit hava fingið tað sum gávu í navni Faðirsins og Sonarins og Heilaga Andans. Hetta er tað tryggasta, sum til er, bæði í hesum heimi og í tí komandi, so satt sum vitnisburður Andans altíð er sannur og óvikandi.

Tí spyrja vit ikki longur sum fremst í hesum stykkinum. Men vit skera í fagnaðarróp av gleði um barnakor okkara hjá Gudi og takka Honum fyri eina so ovurstóra náði.

Takk, Jesus, fyri dópin mín,
tá tókst tú meg í favn,
mær gavst til Faðir Faðir tín,
mær gavst gudsbarna navn.