Vitnisburðurin hjá Peri Seivaag

”Komið higar til mín øll tit, sum arbeiða og ganga undir tungum byrðum, og eg vil veita tykkum hvílu. ”
Matt.11,28

 

 

Famborin á landsfundinum í Ølen, leygardagin 24.juni 1989

Tað eru seks og eitt hálvt ár síðani, at eg varð settur í fangahús í Svøríki. Eg havi nevniliga verið rúsevnismisnýtari, bundin av einum evni, sum kallast amfetamin, og tað er sanniliga eitt sterkt narkotiskt evni.

 

Eg fari at byrja við fangahúsinum. Inni í klivanum, har eg sat, stóð eitt skriviborð, og í niðastu skuffu fann eg eitt Nýggja Testamenti. Tað var soleiðis í tí fangahúsinum, at eg hevði ikki loyvi at práta við onnur menniskju, ja, eg slapp als ikki at síggja hinar fangarnar. Eg var fullkomiliga avbyrgdur. Eg fekk bara matin inn tríggjar ferðir um dagin.

 

Men so var tað hetta Nýggja Testamenti, sum eg fann. Einki annað lesitilfar var har. Av tí at eg ætlaði mær at fáa tíðina at ganga við at lesa eitt sindur, fór eg undir at lesa í Nýggja Testamentinum.

 

Tað, sum hendi tá, var, at persónurin Jesus Kristus steig fram á ein slíkan hátt, at tað var okkurt, sum rørdist í hjarta mínum. Eg var bara 19 ára gamal, og eg skilti, at eg hevði mistikið meg og var farin so púra skeivur, av allari leið. Í roynd og veru hevði eg als onga framtíð. Og tá ið eg so las um Jesus, hvussu góður hann var móti teimum fátæku, teimum, sum lógu lægst niðri, móti skøkjunum, móti teimum, sum onnur mettu virðisleys, tá skilti eg, hvussu góður ið hann veruliga var.

 

Fjúrtan dagar eftir, at eg hevði funnið Nýggja Testamentið, hevði eg listið tey trý fyrstu evangeliini og var byrjaður upp á Jóhannesarevangeliið. Tá føldi eg, at hetta mátti vera sannleikin, at tað var nakað í hesum, hóast eg var so oyðilagdur og niðurundirkomin. – So legði eg meg á songina og bað til Guds. Eg spurdi hann, um tað veruliga er satt, at hann livir, og um hann vildi geva mær eitt nýtt lív. Hann segði Jú: ”Komið higar til mín øll tit, sum arbeiða og ganga undir tungum byrðum, og eg vil veita tykkum hvílu. ” Hetta versið saman við øðrum versum var tað, sum fekk meg at søkja Gud. – Í somu løtu sum eg bað hasa bønina, upplivdi eg, at ein kraft kom inn í meg. Ein gleði og ein kraft, sum streymaði gjøgnum allan kroppin.

 

Eg hevði ongantíð upplivað nakað sovorðið fyrr. Eg hevði roynt tey flestu narkotisku evnini – LSD og alt annað, og eg kendi tær kenslurnar, sum tú fekst tá. Men tann kraftin, sum Gud gav mær í hesari løtuni, bar av øllum tí, sum eg hevði upplivað fyrr. Tað var so undurfult. Eg flenti, og eg græt, eg bað, og eg prísaði Gudi har í klivanum. Ja, tað var bara so undurfult.

 

Og tað, sum var so einastandandi, var tað, at Gud ikki bara greip inn og frelsti meg, hann bjargaði eisini lívi mínum. Eg veit ikki, um eg hevði verið á lívi í dag, um Jesus ikki hevði gripið inn og frelst meg. Tað er eitt undurfult arbeiði, tit gera í ”Gideon” (teir geva hotellum, sjómansheimum, sjúkra-og fangahúsum Bíbliur). Eg eri sera glaður fyri tað!

 

Tríggjar dagar eftir at eg hevði tikið ímóti Jesusi, varð eg fluttur til eitt fangahús í Bergen. Har hitti eg ein mann, sum kallast Kjell Grønner, hann er ein einastandandi maður, kanska onkur tykkara kennir hann? Hann lærdi meg at biðja, og hann undirvísti meg í Guds orði. Eg kom upp í ein bíbilbólk. Vit fóru til altars saman, 12 fólk. Tað var av sonnum undurfult.

 

Eg sat í fangahúsi í trý ár, tað er ein long tíð. Fangahúsið í Bergen man vera tað vánaligasta og skitnasta av øllum. Men eg havi ongantíð upplivað eina betri tíð í lívi mínum. Tí Jesus fylti meg og gav mær gleði og alt mær tørvaði. Tað var av sonnum einastandandi. Eg má bara siga túsund takk til ”Gideon” fyri tað arbeiðið, tit gera, at leggja út Bíbliur og Nýggja Testamenti. Túsund tøkk!
Úr ”Gideon-bladet”. E.Campbell umsetti.