Vitnisburðurin

”Eg vil boða títt navn fyri brøðrum mínum; á mannafundi vil eg tær lova. ”
Sálmur 22,23

 

Hví tekur Dávid soleiðis til orða? Hvat er hent, tá hann soleiðis uttan nakað himpr, av fullum huga stígur fram og lovar og prísar Gudi? Svarið kemur í seinastu linju í sálminum: “Tí hann hevur útint sítt verk.”

Dávid sær langt fram í tíðina. Hann sær frelsunnar verkið fullgjørt á Golgata krossi.

Dávid livdi undir hinum gamla sáttmálanum, vit liva undir hinum nýggja. Men enn kunnu menniskju sanna orð Dávids, at Gud hevur útint sítt verk.

Fyri okkum ljóða eisini orðini: “Tað er fullgjørt!”. Frelsunnar verkið er fullgjørt. Tað skal ikki gerast meira. Tað einasta, ið eftir er hjá okkum, er at taka ímóti tí við trúgv, goyma tað í reinum hjarta, so tað verður okkara lívsinnihald.

Tí stígur takkarsangurin fram í brósti Dávids. Hann kann ikki hava hesa gleðina fyri seg sjálvan. Onnur skulu fáa at hoyra, hvat hjarta hansara er fult av.

“Á mannafundi vil eg tær lova.”

Har nógv fólk kemur saman, har vil hann boða Harrans navn og takka fyri Guds stóru gávu. Hetta er ein vitnisburður, ið Dávid framber. Landsins kongur hevur upplivað Guds undurfullu frelsu, og nú heitir hann á Jákups ætt um at venda um til henda Gud og vera við í lovsonginum til Hansara.

Dávid skammast ikki yvir at siga, hvat hann hevur fingið. Hjarta hansara er so fylt av hesum boðum at bera, at tað er einki, ið kann forða honum í hesum.

Soleiðis átti tað eisini at verið okkara millum. Tað skuldi verið ein náttúrlig sak at sagt øðrum, hvat vit sjálvi hava fingið. Men mangan bilar her; tað er so nógv, sum forðar okkum at verða ein vitnisburður fyri Harran.

Dávid hevði upplivað, at Gud hjálpir úr synd, tí er hann glaður, tí lovsyngur hann Gudi.

Hví er so lítið av lovsongi okkara millum? Er so lítið at takka fyri? Hvat vildi tað ikki mangar ferðir verið betri, um tað føddist ein nýggjur sangur á varrum okkara! Ein songur borin av tøkk til Guds, ein vitnisburður borin út millum manna, tí Gud hevur útint sítt verk.
Leif Hansen