Vónbrot

Skrivað: Suffía Nón

Lívið er nú einaferð soleiðis, at vit øll viðhvørt verða vónbrotin av einum ella øðrum.

Tað eru ymisk ting, ið kunnu gera okkum vónbrotin, til dømis ein gloymdur føðingardagur, kanska tú ikki slapp inn á tann skúlan, ið tú søkti, ikki fekk arbeiðið, ið tú ynskti, eitt forlovilsi, ið varð til einkis, tú fekst ikki tað próvtalið, ið tú væntaði, ella ein vinur, ið sveik. Jú, tað kann verða so mangt, ið vit kunnu gerast vónbrotin av, men hvussu handfara vit eitt vónbrot á ein sunnan hátt?

Í Fyrru Sámuelsbók 30,6 stendur: “Tá var Dávid í miklum vanda vegna tess, at liðið ætlaði at steina hann; tí at menninir lótu allir illa vegna synir sínar og døtur; men Dávid leitaði sær styrki hjá Harranum, Gudi sínum”

Tað, ið vit kunnu læra av hesum versinum, er:

  1. Lat ikki títt vónbrot ganga út yvir onnur. Dávid og hermenn hansara vóru vónbrotnir og vreiðir, tá ið teir sóu, at amalekitar høvdu bæði brent býin av og tikið kvinnurnar og øll, ið har vóru, til fanga. Tað er væl skiljandi, at teir høvdu hesar kenslur, men hvat gjørdu hermenninir við hesa vreiði? Teir vóru so sorgarfullir, at teir ætlaðu at steina Dávid til deyða, sjálvt um Dávid eisini hevði minst síni kæru og syrgdi.
    Men hvat høvdu hermenninir fingið burturúr við at steina Dávid til deyða? Púrt einki. Teir høvdu so í øllum førum ikki fingið síni kæru aftur. Heldur vildi eg sagt, at teirra støða varð nógv verri enn áðrenn. Sjálvt um tað er svárt at gerast  vónbrotin, og ein kanska í løtuni hevur hug at ‘avreagera’, so er tað ongantíð ein loysn at lata tað ganga út yvir onnur.
  2. Fá styrki frá Gudi. Sjálvt um Dávid eisini var vónbrotin og vreiður, handfór hann sítt vónbrot á ein heilt annan hátt enn hermenninir – hann leitaði sær styrki hjá Harranum. At fara til Guds við sínum vónbroti, var tað einasta rætta hjá Dávidi at gera, tí hjá honum slapp Dávid av við sína vreiði og sítt vónbrot og fekk Guds frið og styrki í staðin.

Eingin sleppur undan at verða vónsvikin av onkrum, men vit kunnu sjálv velja, hvussu vit handfara hesa kenslu. Vit kunnu antin lata tað ganga út yvir onnur – og við hesum gera støðuna verri – ella vit kunnu velja at fara til Guds við okkara vónbroti. At tosa við Gud er ein fantastiskur háttur at handfara hesar kenslur, tí Gud kann hjálpa okkum ígjøgnum vónbrotið. Hann er við okkum ígjøgnum vónbrotið stig fyri stig, soleiðis at vit koma heilskapað – og sterkari útaftur hinumegin. Takk Gud fyri tað.