Vreiði

Skrivað: C. Bartholdy
Týtt: Henry D. Joensen

“Um tit verða illir, tá syndið ikki!” (Ef 4,26)

Tað stendur ikki: gerist ikki illir! Gud hevur skapað okkum í síni mynd, og Bíblian hevur nógv at siga okkum um tað, at Gud gjørdist vreiður. Ikki bara í Gamla testamenti, sum nøkur halda.

Ein ævig vreiði bíðar fíggindum Guds. Ta ferðina, fólk vildi forða Jesusi at grøða ein sjúkan, stendur hjá Markusi (3,5): “Og hann hugdi runt íkring at teimum av vreiði, harmfullur um hjartans harðleika teirra.” Nakað er her í heiminum, Gud hatar. Tað eiga vit eisini at hata. Jesus rósar kirkjulinum í Efesus (Opb 2,6): “Tó tað skalt tú fáa, at tú hatar gerningar Nikolaitanna, sum eisini eg hati.” Legg til merkis, tað stendur ikki, at Jesus hatar Nikolaitarnar; men gerningar teirra, hatar hann.

Her á jørð fer fram ein bardagi, sum vit, Guds børn, ikki kunna vera líka glað við ella lata fara aftur við borðinum. Um henda bardaga, vit standa í, skrivar Paulus um (Ef 6,12): “Tí at bardagi okkara er ikki móti blóði og holdi, men móti valdunum, móti ráðunum, móti heimshøvdingunum í hesum myrkri, móti andaherliðum illskaparins í himnarúmdum.” Har stríðið áleikar, har eiga vit at taka upp stríðið saman við Guds børnum á Guds síðu.

Statt upp í stríð for Jesus og fylkist kring hans kross!
Lyft hátt hans kongamerki! Hann stríðir fyri oss.
Úr sigri og í sigur hann føra vil sítt lið,
til síðsta stríð er vunnið, er Kristus sjálvur við.
(HMS 405,1)