Angri tað onga løtu
Áðrenn stórar avgerðir skulu takast, hava flestu fólk hugsað: “Skal, skal ikki”? Tey seta fyrimunir og vansar upp móti hvørjum øðrum fyri at fáa so skilagóða avgerð sum gjørligt. Gamalt er óivað eisini at siga, at lat nú høvdið, tvs. skilið, ráða, og ikki kenslurnar.
Alt hetta hevur nú 91 ára gamla Kate Hansen á Toftum verið ígjøgnum. Hon stóð fyri tí vali, at verða verandi í húsinum, hon hevði búð í í 63 ár, ella at selja tey og flyta í íbúð á 79 fermetrar. Hon valdi íbúðina og angrar tað onga løtu.
– Tá prátið um at byggja íbúðir á Toftum byrjaði fyri árum síðani, fóru børnini at tosa við meg, um tað ikki var eitt hugskot, at eg skrivaði meg upp á listan til íbúð, sigur Kate.
– Eg segði, á-jú, set meg bara á listan, kanska uttan veruliga at hugsa um álvarann í avgerðini. Tíðin gekk, og íbúðirnar fóru í gerð. Eg stóð á listanum, men frætti, at tað vóru fleiri hundrað á listanum, so tað varð neyvan til nakað, sigur hon.
– So varð ein blokkur við átta lutaíbúðum bygdur afturat, og til tær høvdu fólk í Nes kommunu fyrsta rættin. Fleiri vóru á listanum, og tí varð lutakast, sigur Kate.
– Eg hevði sett sum krav, at skuldi eg flyta í íbúð, so skuldi eg vera niðri undir, tí eg var tá nærum 90 ára gomul og ynskti at sleppa av við trappur. Eg fór so at hyggja eftir íbúðunum og dámdi tær væl. Tá tað so varð til tað, at eg sum nummar trý, kundi velja mær íbúð, valdi eg ta fyrstu og niðri undir, sigur hon fegin.
– Eg havi trivist í íbúðini frá fyrsta degi. Her er alt á einari hædd og ikki størri, enn eg megni at gera tað, sum gerast skal. Her er gongd, tvey kømur og vesi, og so eru køkur og stova í einum, sigur Kate.
– Tað var kanska lætt hjá mær at taka avgerð um at selja húsini og flyta í íbúð, tí ein sonur keypti húsini. Eg tók tað við mær, sum eg helt verða neyðugt av møblum og øðrum og restin stendur eftir í húsunum. Eg havi trivist og sovið væl frá fyrsta degi av, so tað var vælsignað, sigur hon.
– Hetta er mitt á Toftum, so eg havi stuttan veg til missiónshúsið, kirkjuna og til handilin. Eg gangi, tá veðrið er til tað, annars havi eg “nógvar bilar”, tí nógv fólk eru góð við meg. Grannalagið er eisini gott. Eg setti mær fyri fyrstu jólini, eg búði her, at eg skuldi kóka kleynur og koyra tær í plastikposar, og so fara runt og geva teimum sjey familjunum, sum búgva í sama blokki. Tað gjørdi eg og fekk tá heilsað uppá allar grannarnar, sigur Kate.
-Til tey, sum standa í líknandi støðu sum eg, vil eg siga, at eg angri tað onga løtu. Tað er nógv at fara um og halda viðlíka í flestu sethúsum, og tað krevur sín “mann”. Maðurin, Ernst Hansen, doyði í 2007. Henda íbúðin er ólíka lættari og avmarkað at halda enn sethúsini vóru, sigur 91 ára gamla Kate Hansen.
Kate vísir fegin íbúðina fram og fegnast yvir nýggja heimið. Hon hevur nærum dagliga vitjan av familju og øðrum og keðir seg ikki. Hon bindur, lesur og hyggur í sjónvarp av og á. Hon er við í sjómanskvinnuringinum, syngur í streingjakórinum, er til bíbliutímar, morguncafé og til møtir í Tabor og í kirkju. Eisini vitjar hon familju og vinir.
Til seinast ynskir hon at heilsa við nøkrum orðum, sum hon er serliga góð við:
-Gleðið tykkum í Harranum altíð! Eg sigi uppaftur: Gleðið tykkum! Spaklyndi tykkara verði øllum menniskjum kunnigt! Harrin er í nánd! Verið ikki stúrnir fyri nøkrum, men latið í øllum lutum tráan tykkara koma fram fyri Guð í ákallan og bøn við tøkk, og Guðs friður, sum ber av øllum viti, skal varðveita hjørtu tykkara og hugsanir tykkara í Kristi Jesusi.
(Filippibrævið 4. 4-7)