Arbeiðsdagur verður í Nesvík leygardagin 8. juni
Hvørt ár í juni skipar Leguhúsið í Nesvík fyri einum arbeiðsdegi, har øll kunnu vera við til reingerð og ymsar handaligar viðlíkahaldsuppgávur. Hesin dagur verður í ár leygardagur 8. juni áðrenn árligu summarlegurnar byrja.
Tað er Sigvald Zachariasen, húsavørður, sum leggur uppgávurnar til rættis, og álitisfólk eru til hvørja einstaka uppgávu. Tað er ovmikið at gera til allar hendur, og bæði kvinnur og menn, ung og gomul, kunnu vera við til at gera umstøðurnar í nógv brúkta leguhúsinum enn betri.
Byrjað verður við morgunmati og eini andakt klokkan 9.00. Síðani verður farið í gongd við arbeiðið. Á middegi verður døgurði, og arbeiðsdagurin endar klokkan 16.
Til arbeiðsdagin í fjør møttu eini 60-70 fólk upp, og í góðveðrinum varð arbeitt bæði úti og inni.
Fyri matgerðina er best, um fólk boða frá luttøku á telefon 230076, til sigvald@mission.fo ella við at senda persónlig boð til Leguhúsið á facebook.
Vit vóna, at nógv velja at koma og rætta eina hond við henda dagin.