Arbeiðsdagurin í Nesvík eydnaðist væl

Leygardagin var árligi arbeiðsdagurin í Leguhúsinum í Nesvík. Okkurt um 40 fólk vóru við, og nógv kom burturúr. Eitt nú varð høvuðsreingjørt í køkinum, og vaskað aðrastaðni i húsinum. Ymiskt elarbeiði varð gjørt, eins og gongdir vórðu málaðar. Uttandura varð ruddað, og tvær smáttur at grilla í vórðu settar upp.

Sum vant varð byrjað við morgunmati og andakt, og á miðdegi var góður døgurði at fáa.

Vegna leguhúsið takkar húsavørðurin Jens Pauli í Dali hjartaliga fyri alla hjálpina.

Her eru nakrar myndir, sum Tóra Toftegaard tók.

LES EISINI  Myndarøð: Novemberlegan 2019
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina