Arbeiðsfrágreiðing

Ársmøtið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini 6. mai 2023
Andrias Magnussen, aðalskrivari

Inngangur

Góðu heimamissiónsfólk!

“Tíðin rennur sum streymur í á”

Hesi kendu orð festi oldurabbabeiggi mín, Fríðrikkur Petersen, á blað í 1892, men tey eru líka sonn enn í dag.

Tað eru longu fimm ár síðani, at eg tók við starvinum sum aðalskrivari hjá Kirkjuligu Heimamissiónini. Starvið er spennandi við nógvum avbjóðingum og møguleikum. Í hesi arbeiðsfrágreiðing vil eg lýsa ein part av tí umfatandi arbeiði, sum vit sum Heimamissión standa í.

Tíðirnar koma og fara, men Gud er tann sami. Í hansara hond kunnu vit leggja øll okkara viðurskifti og líta á, at Jesus Kristus er í gjár og í dag hin sami og um allar ævir.

Missión heima

Bulurin í arbeiðnum hjá Kirkjuligu Heimamissiónini eru tey regluligu tiltøk og møti, sum verða hildin í og út frá missións- og meinigheitshúsum kring landið. Tað er sostatt leikfólkið, sum ber størsta partin av arbeiðnum.

Versliggerðingin í okkara samfelagi er stór, og tí er tað umráðandi at vit arbeiða við at styrkja og uppbyggja felagsskapin og trúargrundarlagið undir okkara arbeiði. Tó er tað umráðandi, at vit ikki trekkja okkum aftur og goyma okkum, men at vit sum fólk veruliga eru partur av samfelagnum og eru ljós og salt, har Gud hevur sett okkum.

Fyri at styrkja felagsskapin millum staðbundnu arbeiðini og stimbra tey, sum standa fyri, varð í fjør skipað fyri leiðsluráðstevnu, har allir stýrislimir í missións- og meinigheitshúsunum kring landið vórðu bodnir við. Undirvísari var Steen Palmqvist.

Í gjár og í fyrradagin hava vit aftur havt leiðsluráðstevnu fyri stýrislimir, og eydnaðist ráðstevnan væl. Undirvísari var Sprint Aagaard Korsholm. Endamálið við leiðsluráðstevnuni er at stuðla stýrislimunum í týdningarmikla kallinum, sum tey eru í.

Vit gleðast um felagsskapin og um at tað aftur er møguligt at samlast og vera saman.

Tað størsta í okkara felagsskapi er tó tað, sum vit samlast um. Formarnir kunnu skifta, men innihaldið má altíð vera tað sama – boðskapurin um Jesus Kristus, krossfestan og upprisnan fyri allar heimsins syndir.

Hetta eigur altíð at vera miðdepilin og kraftkeldan í øllum okkara virksemi.

Heimamissiónin hevur fýra trúboðarar í løntari tænastu umframt ein frítíðartrúboðara.

Trúboðararnir hjá Heimamissiónini eru við til at stuðla staðbundnu arbeiðunum við boðani og fjølbroytta arbeiðnum annars, og eru eisini við til at binda staðbundnu arbeiðini saman við landsarbeiðið.

Pól Johannessen er settur fulla tíð, har hann serliga arbeiður í og út frá KFUM&K í Klaksvík. Hann er tó eisini virkin kring alt landið, har hann hevur møtir, bíbliutímar og ungdómsmøtir. Pól er eisini sera raskur at vitja fólk.

Jógvan Højgaard er settur sum trúboðari ½ tíð. Størsta partin av tíðini arbeiður hann við at stuðla missónsarbeiðunum í Suðuroy, m.a. við at hava missiónsvikur runt oynna. Hann hevur tó eisini møti aðrastaðni í landinum.

Ólavur Jacobsen er settur hálva tíð sum trúboðari, har hann serliga virkar í Norðurstreymoy. Summarið verður brúk til at skipa fyri útimøtum, men Ólavur vitjar eisini heimini og stuðlar arbeiðinum í økinum.

Í august í fjør fór Carsten Fonsdal Mikkelsen aftur í starv sum fulltíðar nettrúboðari, eftir at Edvard Poulsen fór úr starvi sum miðlaleiðari á Trúboðanum. Ætlanin er, at Carsten skal fara aftur í hálvtíðarstarv sum trúboðari og hálva tíð á Trúboðanum

Jørgen Andreasen er settur í ólønta tænastu sum frítíðartrúboðari. Jørgen hevur ábyrgdina av Sunnudagsblaðnum. Hann skipar eisini fyri møtirøðini “Heimamissiónin á ferð”, sum í fjør var í Suðuroy 11.-13. november.  Seinastu tíðina hevur Jørgen brúkt størsta partin av síni tíð uppá Kristfest og konsert við Lyndu Randle. Kristfest verður aftur í Leguhúsinum í Nesvík 13. apríl 2024.

Trúboðararnir eru sera virknir og koma runt stórar partar av landinum. Soleiðis eru teir eisini við til at knýta staðbundnu arbeiðini og felagsarbeiðið saman.

Simba og Eindin

Barna- og familjuarbeiðið hjá Heimamissiónini er skipað í tveir partar. Arbeiðið millum børn og juniorar kallast Simba, meðan Eindin er arbeiðið fyri familjur, hjún og eldri.

Tað, sum maður sáar, tað skal hann eisini heysta. Gal 6, 7b

Hetta orðatakið er væl kent, og vísir eisini stóra týdningin av arbeiðnum millum børn og ung.

Børnini eru okkara framtíð, og vit eiga at taka okkum væl av teimum, soleiðis at tey hava tað gott. Sum Heimamissión vilja vit eisini geva teimum tað besta, sum vit hava – gleðiboðskapin um Jesus sum heimsins frelsara og sum besta vin barnana, sum slagorðið hjá Simba sigur.

Kring alt landið er sunnudagsskúlar, har eitt stórt arbeiði verður gjørt fyri at læra børnini um Jesus.

Jóhan Hansen er ráðgevi innan barna- og familjuøkið. Umframt at fyriskipa tey mongu landstiltøkini hevur Jóhan eisini eitt ynski um at kunnu veita ráðgeving og íblástur til leiðararnar kring landið.

Ein liður í hesum eru økisfundirnir, sum Jóhan skipar fyri, har leiðararnir í økjunum kunnu møtast, og í felag umrøða arbeiðið.

LES EISINI  Da Indre Mission kom til Færøerne

Landstoymið fyri Børn og Familjur er eitt virki toymi, og stuðlar væl upp um arbeiðið hjá Jóhan.

Hvørt ár stendur Jóhan saman við landstoyminum á odda fyri nógvum afturvendandi tiltøkum. Eitt av hesum eru summarlegurnar, sum samla nógv hundratals børn.

Eitt av best umtøktu tiltøkunum, sum Simba skipar fyri er Sangfagnaðurin. Tá ið tilmeldingin letur upp ræður um at sita klárur, tí tiltakið er fullteknað eftir fáum minuttum.

Eitt annað afturvendandi tiltak er jólaborðhaldið fyri hjún. Í ár er avgerð tikin um at taka ein steðg frá hesum tiltaki og arbeiða meira miðvíst við at styrkja landstoymið og at skipa landsarbeiðið.

Vit gleðast um góðu undirtøkuna fyri tiltøkunum, sum Simba og Eindin skipa fyri. Tvær av summarlegunum eru longu fullteknaðar og hinar fyllast skjótt, so tað ræður um at tekna seg.

Hjartaliga takk fyri øll tit mongu, sum gera eitt stórt sjálvboðið arbeið fyri at okkara tiltøk kunnu vera møgulig.

Stórmøtini

Í oktober í fjør vóru Stórmøtini á skránni; hesuferð í høllini á Skála. Hetta var fyrstuferð at vit samlaðust til Stórmøti síðani 2019. Í 2020, 2021 og 2022 var ikki møguligt at vera saman. Tá vórðu Stórmøtini hildin á netinum og gav hetta bæði spennandi avbjóðingar og stórar møguleikar. Ígjøgnum Trúboðan og facebook síðurnar hjá Heimamissiónini rakk boðskapurin víða út  um Føroya land og út um landoddarnar.

Tó kann einki koma ístaðin fyri felagsskapin, har vit møtast andlit til andlits og práta saman. Tað sást eisini týðiliga á fólki, at tey gleddust um at kunna samlast aftur til eitt stórt felags tiltak. Uppmøtingin var sera góð, og bæði til Simbahittið og møtið sunnukvøldið var høllin stúgvandi full av fólki.

Vit høvdu fingið vitjan av formanni og aðalskrivara hjá Indre Missión í Danmark – Hans Ole Bækgaard og Jens Medom Madsen, sum talaðu til øll møtini.

Stórmøtini er størsta einstaka tiltak, sum vit skipa fyri. Tað er stuttligt at síggja, hvussu nógv fólk koma á møti; eisini fólk, sum ikki vanliga koma í missións- ella meinigheitshús. Tí er umráðandi, at vit síggja møguleikan at vitna og boða fyri okkara fólki eisini ígjøgnum hetta tiltak.

Stórmøtini eru løgd í eina fasta ringrás, og um Gud vil og vit liva, so vera Stórmøtini í ár í høllini á Giljanesi 3.-5. november. 

Sjómansmissión

Í september í fjør kom bókin “Tænandi kvinnur” út. Rithøvundur er Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari. Bókin lýsir bulin í Sjómansmissiónini, sum eru teir nógvu sjómanskvinnuringarnir kring landið. Í bókini verður greitt frá søguni hjá teimum 68 sjómanskvinnuringunum í Føroyum umframt ringunum í Reykjavík og í Hirthals.

Bókin er komin út í tøkum tíma, tí síðani Torleif hevur prátað við fólkini eru summar av keldunum sovnaðar burtur. Talan er um sera umfatandi arbeiðið, sum hevur kravt nógv av Torleif.

Hóast hetta, so hevur verið nógv virksemið innan Føroysku Sjómansmissiónina.

100 ára hald fyri føroysku sjómansmissiónina í Íslandi var á Ørkini mánaðarskiftið september/oktober í fjør.

Grønlandstoymið vitjaði í Nuuk í september og var ferðin væl eydnað.

Torleif hevur vitjað umborð á eina ørgrynnu av skipum og bátum, umframt at havt nógv møtir og skriva tilfar til bæði Trúboðan og facebook síðuna hjá Sjómansmissiónini.

Landstoymið hjá Sjómansmissiónini stuðlar væl upp um arbeiðið hjá Torleif.

9. mai í fjør skipaði Sjómansmissiónin fyri einum degi fyri sjófólki, sum kallaðist “Jesus við umborð”. Dagurin var sera væl eydnaður. Í ár varð hesin dagur hildin 13. mars, og sjómenninir vóru glaðir fyri dagin.

Árliga landsstevnan hjá Sjómanskvinnuringunum var í Leguhúsinum fyri eini viku síðani, og eydnaðist hon sera væl.

Komandi ár verður landsstevnan 19.-21. apríl.

Heimamissiónsungdómur

Nógva staðni kring landið verður regluliga skipað fyri ungdómsmøtum, har tey ungu koma saman um Jesus og at hugna sær saman.

Beinir Langgaard av Nesi er formaður í LUN. Saman við hinum í nevndini stendur hann á odda fyri felagsarbeiðnum, og skipar tað. Felagstiltøkini sum ungdómslegur, leiðaradagar og felagsungdómsmøti fylla nógv, og nógv arbeiði verður lagt í at fyrireika hesi tiltøk.

Dánial Olsen úr Runavík er í starvi sum ungdómssamskipari hjá HMU. Hann hevur verið góður stuðul hjá LUN og er við til at binda arbeiðið saman.

Sum rørsla er okkara lærugrundarlag Bíblian og tey fimm luthersku játtanarritini.

Tað er umráðandi, at ungdómurin verður upplærdur í Bíbliuni, sum er Guds livandi og sanna orð, og okkara vegleiðari til frelsu. Ungdómurin má tí gerast rótfestur í Bíbliuni og verða stuðlaður og upplærdur í okkara luthersku læru.

Í nøkur ár hevur LUN eggjað teimum ungu í at luttaka á Bíbliuskeiðnum, og er hetta eisini ein góður møguleiki at fáa upplæring.

Okkara vón er, at vit eftir summarfrítíðina kunna bjóða ungdóminum á Háskúla í Nesvík, har tey saman kunnu granska Bíbliuna og hugna sær.

LES EISINI  Nógv hava stuðla við olju til Leguhúsið í Nesvík 

Háskúlin í Nesvík

Arbeiðið við Háskúlanum í Nesvík heldur fram. Eitt skúlastýrið varð skipað í februar í fjør, har Jákup E. Petersen er formaður. Olga Magnussen úr Lamba er sett sum háskúlaleiðari.

Hóast einki langt háskúlaskeið hevur verið hetta skúlaárið, hevur Háskúlin bjóðað nógv ymiskt styttri skeið út, og hevur undirtøkin verið á eini góðari leið. Hetta hevur m.a. gjørt, at játtanin á Løgtingsins fíggjarlóg er tann sama sum í fjør.

Okkara bøn og áheitan á missiónsfólkini er, at tit taka undir við hesum háskúla og hjálpa okkum at fáa næmingar, soleiðis at vit kunnu byrja eitt hálvársskeið í summar. Fyri at hetta skal eydnast, er neyðugt við 12 næmingum. Í løtuni eru fimm!

Við háskúlanum fáa vit sum missión enn fleiri møguleikar at styrkja okkara arbeiði og menna fólk til at vera Jesu lærusveinar.

Leguhúsið í Nesvík

Í ár eru 30 ár liðin síðani Leguhúsið í Nesvík varð vígt. Øll hesi árini hevur Leguhúsið verið til stóra gleði og signing fyri nógv fólk, við øllum teimum óteljandi tiltøkunum og legunum, sum hava verið hildin.

Sigvald Zachariasen er húsavørður í Leguhúsinum í Nesvík fulla tíð.

Leguhúsið er sera stórt, og húsavørðinum tørvar ofta eina hjálpandi hond, tí tað skal nógv til fyri at viðlíkahalda eitt so stórt hús. Kontan til viðlíkahald er eisini avmarkað. Vit takka hjartaliga fyri allan stuðul, sum Leguhúsið fær, bæði við peningagávum og óløntum arbeiði.

Fyri eini tíð síðani varð avtala gjørd við Innspark um at dagføra verandi spælipláss. Nýggja spæliplássið kemur at minna nógv um tað gamla, men hevur fallmáttur sum undirlag, soleiðis at tað lýkur øll krøv. Ein viðlíkahaldsavtala er eisini gjørd við veitaran. Peningurin er tikin úr gávuni, sum vit í fyrraárið fingu frá Barnahjálpargrunninum.

Í eina tíð hevur verið arbeitt við grønum orkuloysnum til Leguhúsið, tí høgi oljuprísurin tyngir raksturin hjá húsinum.

Í hesum sambandi vil eg enn einaferð nýta høvið at takka hjartaliga fyri tær meira enn 250.000 kr. sum tit stuðlaðu við, tá ið vit heittu á tykkum um at geva Leguhúsinum eina gávu til at rinda fyri olju.

Tveir arbeiðsbólkar eru mannaðir, har annar bólkurin er settur at lýsa Leguhúsið og møguligar orkuloysnir, meðan hin bólkurin skal arbeiða við fígging.

Á seinasta høvuðsstýrisfundi samtykti høvuðsstýrið at taka av tilboði frá føroyskum veitara, um at skifta øll vindeygu og úthurðar í eldra partinum av Leguhúsinum út. Hetta fer at betra munandi um bjálvingina av Leguhúsinum og harvið minka um oljunýtsluna. Tit kunnu í dag vera við til at stuðla hesi verkætlan!

Gáttin í Leguhúsinum er lág, og her koma fólk, sum kanska ikki hava so lætt við at koma í missións- og meinigheitshús kring landið. Tí hevur hetta hús ein týðandi leiklut í okkara missión at náa fólk við gleðiboðskapinum um Jesus.

Tað er gleðiligt at síggja øll tey mongu, sum taka eina hond í, bæði til tað handaliga og andaliga sum hjálparfólk, kokkar og leiðarar, tá legur eru, og til ymiskt annað. Tey eiga eisini eina stóra tøkk, tí uttan tey bar ikki til at reka Leguhúsið. Men okkum tørvar enn fleiri, sum kunnu hjálpa!

Trúboðin

“Vit møta menniskjum har tey eru”. Fyri fleiri árum síðani gjørdist hetta eitt av slagorðunum hjá Heimamissiónini.

Um vit vilja tað ella ikki, so mugu vit viðurkenna, at í dagsins samfelagi er tað á netinum, at “vit hittast”. Tað er ígjøgum netið, at nógv samskifta og hava samband við hvønn annan. Missión á trúboðin.fo er tí ein týðandi partur av okkara felagsarbeiði, har vit eisini hava stórar ætlanir og dreymar.

Carsten Fonsdal Mikkelsen er knýttur at Trúboðanum fulla tíð sum nettrúboðari. Afturat sær hevur hann Dánial Olsen, sum eisini brúkar tíð á Trúboðanum. Jákup Brúsá er samskiftisfólk og er eisini tilknýttur Trúboðan, m.a. í verkætlanini Bible Project.

Í august í fjør fór Edvard Poulsen úr Havn úr starvi sum miðlaleiðari á Trúboðanum. Eg vil vegna Heimamissiónina takka Edvard fyri tíðina og ynskja honum Guds ríku signing víðari á lívsleiðini.

Uppgávurnar á Trúboðanum eru nógvar, og dreymarnir hjá okkum er nógv størri enn arbeiðsorkan og tíðin røkkur til. Okkum tørvar tí nógva hjálp afturat, um vit skulu nærkast málinum um at vera ein virkin rødd í okkara samtíð, har vit eisini eru við til at mynda kjakið.

Sum málgagn hjá Heimamissiónini vilja vit eisini fegin fortelja tíðindi úr øllum landinum. Eg vil tí heita á øll um at hava Trúboðan við í tonkunum, tá ið eitthvørt er á skránni í lokala missións- ella meinigheitshúsinum, soleiðis at vit eisini kunnu fortelja tað á Trúboðanum.

Okkum tørvar eisini lønt starvsfólk á Trúboðanum. Hóast vit fyrst søktu eftir miðlaleiðara og síðani miðlafólki til Trúboðan, so hevur tað ikki eydnast okkum at sett fólk í starv. Møguliga er onkur inni her, sum sær møguleikarnar í missión á netinum? So skulu tit vera vælkomin at venda tykkum til mín.

LES EISINI  Svørt olja gevur reyð tøl

Trúboðin hevur góða ljóð- og videoútgerð, men ynskið er allatíð at dagføra hesa útgerð, soleiðis at vit kunnu framleiða tilfar við høgari góðsku. Sendingar, sum Trúboðin hevur framleitt, hava verið vístar bæði í Kringvarpinum og á Televarpinum.

Vit vilja so fegin, at lesararnir á Trúboðanum eisini eru við til at mynda Trúboðan, soleiðis at hann kann mennast og verða meira viðkomandi.

Altjóða missión

Heimamissiónin hevur samstarvsavtalu við fleiri danskar missiónsfelagsskapir, soleiðis at vit kunnu senda føroyingar út ígjøgnum teir. Fleiri fólk, sum hava tilknýti til Heimamissiónina eru úti í missión, antin sum trúboðarar ella tjaldmakarar.

Í fjør komu hjúnini Silas og Julianna og børnini heim úr Mongolia.

Birita og John Timothy eru trúboðarar í Japan. Ernst og Khem Magnussen eru tjaldmakarar í Tailandi. Ernst hevur júst verið í Føroyum í ein mánaða saman við dóttrini Peatu.

Elisabeth Poulsen er ígjøgnum felagsskapin Tæn Afrika og í samstarvi við ProMissio trúboðari í Liberia.

Hilda Viderø stendur á odda fyri hjálparfelagsskapinum Mirjam, sum virkar í Kenya og Liberia.

Afturat hesum hevur Heimamissiónin eitt Grønlandstoymi, umframt at vit stuðla kristnu sjónvarpsstøðini Sat-7 í Miðeystri, har vit eru partnarar. Tað er at gleðast um undirtøkuna fyri arbeiðinum, sum SAT-7 ger. Á hvørjum ári samla børn í sunnudagsskúlum kring landið nógvar 10.000 tals krónur inn, sum fara víðari sum fíggjarligur stuðul til SAT-7. Soleiðis eru okkara minstu eisini við til at reka altjóða missión. Sum partnarar í SAT-7 hava vit játtað okkum at samla uml. 100.000 kr. í stuðli til SAT-7 á hvørjum ári.

Heimamissiónin er eisini partur av OM (Operation Mobilisation) og hevur tvey umboð í OM leiðsluni. Í OM eru missiónsmøguleikarnir nógvur.

Partur av arbeiðnum hjá OM er Teenstreet, sum er ein stór ungdómslega. Eg eri sjálvur partur av leiðsluni.

Í fjør varð TeenStreet hildið í Spania í døgunum 7.-14. August, har uml. 300 føroyingar luttóku.

Í ár verður TeenStreet so aftur í Týsklandi í døgunum 29. juli til 5. august. Til hetta stóra tiltak tørvar okkum nógva hjálp og vil eg komi við eini áheitan á okkara missiónsfólk um at bjóða seg fram sum leiðarar og hjálparfólk, og soleiðis stuðla og vera um okkara ungdóm, sum fer á TeenStreet.

Fyrisiting

Á landsskrivstovuni í Nesvík starvast í løtuni tvey fólk. Súsanna Poulsen tekur sær av bókhaldinum og øðrum fyrifallandi uppgávum, meðan Kristianna Johannesen tekur sær av útleiðanini av Leguhúsinum og bókasøluna á manna.fo umframt øðrum. Báðar eru í hálvtíðarstarvi.

Arbeiðsuppgávurnar eru nógvar og fólki á skrivstovuni hevur ovmikið at gera. Við ársenda í fjør fór Ester við Korkusá úr starvi sum skrivstovufólk, og vil eg takka hetta hjartaliga fyri tíðina við bøn um Guds ríku signing víðari á lívsleiðini.

Fyri at styrkja um fyrisitingina hava vit lýst eftir einum skrivstovulærlingi. Fleiri umsóknir eru innkomnar til læruplássið og byrjar tilgongdin við møguligari starvssetan í næstu viku.

Samanumtikið

Í frágreiðingini havi eg nevnt ein part av tí dagliga arbeiðnum, sum serliga starvsfólk og landstoymi standa fyri. Men nógv tiltøk og endamál eru als ikki nevnd. Tí tilsamans eru vit sera mong, sum eru virkin í Kirkjuligu Heimamissiónini!

Uttan øll tey mongu sjálvbodnu høvdu okkara tiltøk ikki kunna verið veruleiki. Saman eru vit ein rørsla, og okkum er litið upp í hendi at boða Jesus Kristus og hann krossfestan.

Yvirskriftin fyri ársmøtið í ár er “Brennandi í Andanum” Paulus kemur við eini áheitan til kirkjuliðið í Róm, sum eisini skal ljóða til okkum í dag: Verið ikki linir í áhuga tykkara; verið brennandi í andanum; tænið Harranum!

Okkum, sum nú eru uppi á døgum, er henda týdningarmikla uppgáva litin upp í hendi. Lati okkum ikki vera lin í okkara áhuga, men brennadi í Andanum, soleiðis at vit við gleði og dirvi tæna Harranum.

Eg vil at enda nýta høvið at takka øllum fyri tíðina mær untist at vera aðalskrivari. Í summar fari eg í starv sum varaskúlastjóri í Fuglafjarðar skúla.

Hjartaliga takk til høvuðsstýrið fyri gott samstarv. Ein serlig tøkk til øll tey dugnaligu starvsfólkini, sum eg havi havt heiðurin av at leiða. Tey eru gullverd og geva altíð væl meir enn 100%. Hugsi um høvuðsstýrið og starvsfólkini í bønum tykkara og havi umsorgan fyri teimum, soleiðis at tey hava tað gott.

Takk til øll landstoymi og nevndir. Eisini vil eg takka stýrum fyri missións- og meinigheitshúsum kring landið og øllum teimum óteljandi sjálvbodnu umframt felagsskapum og fyritøkum fyri vælvild og góðan stuðul.

Gud signi okkum øll!

Takk fyri!

Andrias Magnussen, aðalskrivari

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina