Árligi arbeiðsdagurin í Nesvík verður leygardagin 15. juni
Hvørt ár í juni skipar Leguhúsið í Nesvík fyri einum arbeiðsdegi, har øll kunnu vera við til ymsar handaligar viðlíkahaldsuppgávur. Hesaferð verður eitt nú nakað av elarbeiði, forskallingsarbeiði, máling, vasking og nógv annað.
Tað er Jens Pauli í Dali, húsavørður, sum leggur uppgávurnar til rættis, og álitisfólk eru til hvørja einstaka uppgávu. Tað er ovmikið at gera til allar hendur, og bæði kvinnur og menn, ung og gomul, kunnu vera við til at gera umstøðurnar í nógv brúkta leguhúsinum enn betri.
Byrjað verður við andakt og morgundrekka klokkan 9, og so verður farið í gongd við arbeiðið. Á middegi verður døgurði, og arbeiðsdagurin endar klokkan 16.
Húsavørðurin letur heilsa, at vónandi verða mong við aftur hesaferð, tí arbeiðsdagarnir muna væl, og úrslitið er til gleði fyri tey mongu børnini, ungu og vaksnu, sum koma á legu og onnur tiltøk í húsinum.
Fyri matgerðina er best, um fólk boða frá luttøku á telefon 230076, til jenspauli@mission.fo ella við at senda persónlig boð til Leguhúsið á facebook. Setið dagin av longu nú!
Leggjast skal sjálvandi afturat, at restina av árinum eru eisini mong, sum hjálpa til við ymiskum viðlíkahaldi í leguhúsinum. Og eisini har er pláss fyri nógv fleiri! Ein vendir sær bara til húsavørðin!