Ársmøtið: Myndir frá kvøldmøtinum

Ársmøtið 2019 er um at vera liðugt. Síðsta møtið er av, og fólk fáa sær nú ein góðan drekkamunn, áðrenn ruddað verður av.
Á møtinum í kvøld bar Pól Johannessen, trúboðari, fram ein sterkan boðskap um at tæna í trúgv, vón og kærleika. Millum annað lutaði hann – við loyvi sjálvandi – nakrar hendingar frá sínum virki sum trúboðari, har hann hevði sitið hjá (ónavngivnum) fólkum, ið lógu til tað síðsta. Hann kom síðani inn á spurningin: Hvat vil Gud við tínum lívi? Hetta sama trivu fleiri av vitnisburðunum, sum vóru aftaná, eisini í. Ein kvinnubólkur av Argjum sang, forbøn var fyri Andriasi Magnussen, ið er byrjaður í føstum starvi síðani seinasta ársmøti, og øll starvsfólkini vórðu præsenterað, sum siður er. Eisini var nógvur góður felagssangur. Símun P. Jacobsen, formaður í Heimamissiónini, endaði møtið og takkaði fyri ársmøtið í ár, áðrenn hann lýsti áronitisku signingina.

LES EISINI  Ársmøtið 2019: “At tæna í trúgv, vón og kærleika”
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina