Asta Poulsen til minnis

Tað var við sorgblídni, eg hoyrdi deyðsboðini av Astu Poulsen á Sandi.
Tankarnir fóru at reika aftur í tíðina. Astu kom eg at kennafyrst í 1980-árunum gjøgnum møtir, legur og annað kristiligt virksemi á Sandi og í Sandoynni.
Hon var altíð har, hjálpsom, vinarlig, gestablíð og við tí góða orðinum. Hon var trúgv í kirkju og til møtir í missiónshúsinum. 
Sjómanskvinnuringurin og arbeiðið hjá Sjómansmissiónini var eisini eitt av hennara stóru hjartamálum. 
So leingi, sum hon orkaði, var hon við til árligu kvinnustevnuna hjá sjómanskvinnuringunum.

Í gulu betonghúsunum tætt við vegin, hvørs trappusteinur var út á vegin, búðu Asta og Michal. Michal doyði í 2010.
Har inni sat eg mangan væl, ja, bara væl. Bollarnir og køkurnar, hon bakaði, smakkaðu frálíkt, ja, smakkaðu av kærleika.
Fyrstu mongu árini, setti hon drekkamunnin á borðið í stovuni. Tað var hátíð í hennara heimi og hugni; tá trúboðarin vitjaði.
Prátið gekk lívliga og endaði altíð við Guds orði og bøn. Fleiri ferðir vitnaði hon fyri mær um Guds umsorgan og hjálp og um ymisk bønasvar.
Tað var mest Asta, sum tosaði, meðan Michael sogligur lýddi á. 
Sjónin og likamsførleikin viknaðu síðstu árini, og eftir tað var drekkamunnurin drukkin við køksborðið.
Frá Astu fór eg altíð styrktur útaftur, og tað bæði handaliga og andaliga; lættur og glaður. 
Tær fáu ferðirnar, eg var á Sandi og ikki gloppaði hurðina hjá Astu, kendi eg eina løgna kenslu av, at eg hevði svikið, 
og ikki tikið mær tíð at vitja eitt medmenniskja, eitt Jesu-vitni og trúgvan forbiðjara. 

LES EISINI  Vekingarrøddin er tagnað

Síðstu árini hevur heilsan bilað, og síðstu mánaðirnar var hon á sambýlinum í Skálavík. 
Eg vitjaði á sambýlinum fyrst í november, og var tá eisini inni hjá Astu.  
Hon var takksom, hóast henni longdist aftur til heimið á Sandi. Heilsan var ikki til at vera heima.
Eisini tann løtan, endaði við Guds orði og bøn.

Eg takki Gudi fyri Astu og fyri, at okkara vegir hittust. 
Asta gjørdist 92 ára gomul. Hon og Michael fingu børnini: Hedvig, Sannu, Jógvan og Annu. 
Jesus signi børnini og familjur teirra. 

Æra verið minni um Astu.

Bíblian sigur Sálmi 16,15: -Dýrur er í eygum Harrans deyðin hjá dýrkarum hans-

Torleif Johannesen

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina