At elska er tað størsta, vit kunnu sum menniskju

Undir minningarhaldinum á Vinnuháskúlanum í Havn í dag, sum Føroyska sjómansmissiónin skipaði fyri, helt Theodor E. D. Olsen, prestur, andakt. Niðanfyri ber til at lesa talu hansara.

“Men teir, ið vóru á bátinum, fullu niður á knæ fyri honum og søgdu: »Sanniliga ert tú sonur Guds!” (Matt 14,33)

Kend er frásøgnin um ta ferðina, Jesus kom til lærusveinarnar á vatninum. Sjálvur var Jesus farin fyri seg sjálvan at halda bøn á einum fjalli. Men vit lesa, at hann øtlar veðrið, og vinmenninir hjá Jesusi, hansara lærusveinar, enda í andróðri. Tá kemur Jesus gangandi ímóti teimum á vatninum. Men teir gerast bangnir og halda tað vera eitt spøkilsi.

– Tað eri eg sigur Jesus.

Hin ofta so bragdligi Pætur bjóðar seg fram og vil ganga ímóti honum. Men tá hann sær aldurnar, kemur ivin á hann, og hann tekur at søkka. Tá er tað, at Jesus hjálpir honum, og síðan makar hann vindin.

“Sanniliga ert tú sonur Guds!” siga lærusveinarnir.

Hesin setningur er í grundini ein heil trúarjáttan í sær sjálvum. Kristindómurin er trúgvin á hin tríeinda Gud. Hann, sum skapaði himmal og jørð. Andan, sum ber okkum ugga og troyst. Og Sonin, sum er Gud, ið letur seg føða sum eitt menniskja. Hann vil hava nakað við okkum at gera og kemur gangandi ímóti okkum sum ein av okkum.

Í dag er allahalgannadagur – 1. november. Dagurin, tá Merkið er vundið á hálva stong. Merkið, ið stundum eisini kann savna tjóðina í gleði og gaman, vísir okkum í dag, at dagurin í dag er ein álvarsdagur. Ein dagur, ið fær okkum at steðga á eina løtu.

Eitt árið undir seinna heimsbardga vórðu nøvnini á ikki færri enn 60 sjómonnum, sum vóru deyðir á sjónum farna árið, lisin!

Hetta hevur merkt manga bygd og bý í Føroyum. Eftir sótu ofta konur og børn, ið syrgdu fyri, at heimini so ella so komu undan – bæði materielt og ikki minst andaliga.

LES EISINI  Biskupur: Borin gjøgnum sorg til lívs

Eftir kríggið varð orðaskifti um minningardag teirra sjólátnu. Fleiri ymiskir dagar vórðu nevndir, men at enda var semja um fara aftur til tann gamla minningardagin, 1. november, allahalgannadag, ið kirkjan hevði brúkt sum minningardag frá fyrstu tíðum. Og fyri júst sjeyti árum síðan, í 1949, samtykti Løgtingið, at 1. november skuldi verða minningardagur teirra sjólátnu.

Tí er allahalgannadagur eisini ein dagur, har vit markera, at vit við tøkk minnast aftur á tey, sum fóru undan okkum. Uttan tey vóru vit ikki tey, vit eru, og vit steðga tí eisini á ein dag sum í dag og takka Hinum Alvalda fyri tey, ið mynstraðu av áðrenn okkum.

Vit takka Hinum Alvalda fyri, at vit í ár sluppu undan at lesa navnið á nøkrum føroyingi, sum er deyður í yrki sínum á sjónum farna árið. Men eisini í dag eru tó mong, sum minnast ein kæran, tey mistu á sjónum og sum eisini var við til at mynda tey sum menniskju.

Øll syrgjandi hava tað í felag, at hetta býtir lívið sundur í partar.

Eitt áðrenn og eitt aftaná.

Einki verður tað sama.

Hví syrgja vit so?

Tað gera vit, tí vit hava elskað. Tað er sagt, at størri kærleika hevur eingin, enn tann, sum elskar ein deyðan, tí tey deyðu krevja einki av okkum.

Fóru vit gjøgnum lívið uttan at lata okkara hjartadyr upp fyri nøkrum øðrum menniskja, hevði alt so ikki verið nógv lættari? Uttan váða ella nakra risiko?

Svarið er nei. Tú skalt elska, lesa vit.

– Sæl eru tey, ið syrgja, sigur Jesus í Fjallaprædikuni, sum eisini er prædikutekstur í kirkjum okkara í ovurmorgin, allahalgannasunnudag.

Sæl kunnu vit vera, tí júst tað at hava elskað er tað størsta, vit kunnu sum menniskju. Størri enn at trúgva og vóna. Tí hóast sorg eisini er at missa meining og heild í lívinum, so eru eini ráð til fólk, ið vilja ugga onnur, at tann mista kærleikan kunnu tey ikki geva aftur – men umsorgan kunnu tey geva teimum, ið syrgja.

LES EISINI  Minningarhald teirra sjólátnu

Sorg er eingin sjúka, men eini grundkor, menniskjan livir undir.

Sorg reikar í felag við gleðini:

”Harmur og gleði í felag tey reika, eydna, óeydna tær ganga á rað. Viðrák og mótrák tey skiftandi leika, sólskin og skýggj ferðast saman í lag!”

Soleiðis syngur Kingo í føroysku týðingini, ið Christian Matras føroyskaði.

Sorgin er kærleikans prísur. Tá vit byrja eitt lív og samlív við kærleika saman við einum øðrum menniskja, endar hetta altíð við sorg. Tí tá eitt menniskja doyr, endar kærleikin ikki. Kærleikin er størri enn deyðin og livir longri enn deyðin. Tá eitt menniskja fer, standa vit eftir við okkara kærleika til hetta menniskjað, og tí kann hetta kennast sum heimleysur kærleiki.

Við at trúgva, at tá Jesus á krossinum rópti “Gud mín, Gud mín, hví fórt tú frá mær”, at hann tá fór út hagar, okkum ikki longur nýtist at fara – í sjálvt deyðaríkið – er at trúgva, at hjá Honum er alt møguligt. Hjá Honum er alt gjørligt!

Tí eiga vit, tá okkara veruleiki er fullkomiliga broyttur og vit skulu navigera av nýggjum uttan tann, vit eru góð við, ikki spyrja um hví, men heldur um hvussu.

Spurningin um, hví tað hendi, lata vit upp í Guds hond.

Svarið upp á, hvussu vit nú grípa lívið ann, biðja vit Hann um at hjálpa okkum við.

Móti endanum av 19. øld kom ídnaðargeringin av álvara til Føroya, og hetta merkti millum annað, at Føroyar við sluppunum av álvara gjørdust ein siglandi tjóð.

Undir krígnum mistu føroyingar sum nevnt nógv fólk á sjónum, og stig varð tikið til at skipað fyri minningargudstænastum og minningarhaldum.

Hendan vakra siðin halda vit enn við virðing fyri okkara sjófólki, sum mangan setti sítt lív í váða fyri at vinna hesum landi breyð.

Tað vóru kanska ikki altíð tey, sum fingu heiðurin fyri liðugt verk. Men tey settu lívið í veð fyri at vinna hesum landi breyð – vinna konu og børnum lívsins uppihald.

LES EISINI  At liva við havinum er bæði dýrabart og vandafult

Hans Andrias Djurhuus yrkir soleiðis í sanginum “Tit, sum í fjøru fóru”:

“Tit liva ei í søgum

sum teir, ið brutu garð;

tó móti hæddum høgum

hvør yrkisdagur bar

(…)

Tað vóru ikki hjálmar

og ikki lúðraljóð,

tað vóru tykkar sálmar

og tað, í tykkum bjó”

 

Tykkara sálmar, yrkir Hans Andrias. Hin gamli føroyingurin sang á veg til útróðrar, har kirkjan á nesi og tanga ofta var bæði tað síðsta og tað fyrsta húsið, ið sást, tá lagt varð frá landi, og komið varð aftur, um boð bórust aftur í bý. Tað var ikki altíð nøkur sjálvfylgja. Men hin gamla heilsanin fylgdi bæði teimum, sum fórust, og teimum, sum komu heimaftur: Jesus fylgi tær!

Hesin sami Jesus, sum kom gangandi móti lærusveinunum á vatninum. Um Hann var tað, ið lærusveinarnir søgdu hesi orð: “Sanniliga ert tú sonur Guds!”

Í dag minnast vit tey, sum sjólótust, og vit lýsa Guds frið yvir minni teirra.

Vit takka fyri tey, vit enn eiga okkara millum við tí bøn, at vit skulu vera okkara næsta og medmenniskja til signingar og uppbyggingar.

Latum okkum enda við sálmi 592 í Sálmabókini, sum Jóannes Patursson yrkti í 1890:

 

Lov og tøkk eg tær fram beri,

drottur mín, í hesi stund,

tí tú hevur við mær verið,

ført meg væl um fjørð og sund.

Fyri veiði, tú gavst mær,

eg av hjarta takki tær;

lítið ella nógv tú sendir,

alt tú mær til frama vendir.

 

2. Lat meg minnast, at tú valdar

bæði yvir hav og lond;

tá vilt tú meg allan aldur

styðja væl við tíni hond.

Tá ið livið enda fær,

flyt meg heim í høll við tær,

allar ævir mær at hýsa

har, sum bjartast ljós man lýsa.

 

 

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina