At tæna tí Gudi, sum hevur sett okkum í frælsi

Í salinum í Leguhúsinum í Nesvík er nógvur ungdómur í kvøld, nú ársmøtið 2019 er skotið í gongd við einum ungdómsbraki! Tey ungu hava sungið Gudi lovsang, og Anton Liljedahl hevur sungið eitt vakurt nýtt lag, sum hann hevur gjørt. Jákup E. Petersen, prestur, sum eisini er formaður í Heimamissiónsungdómi, talar nú um at tæna Gudi, sum hevur sett okkum í frælsi, út frá Rómverjabrævinum 6,12-13. Um eina løtu fara tey ungu at fáa sær heimagjørdar pitsur og annars at hugna sær saman.

Ársmøtið við heitinum “At tæna í trúgv, vón og kærleika” heldur fram í morginárini. Frá klokkan 9 er morgunmatur, og klokkan 10 verða tvey upplegg um, hvussu ein kann vera við at tæna í Heimamissiónini, ávikavist í sjómansmissiónini og við Trúboðanum.

Klokkan 13 byrja árligu frágreiðingarnar, og tað serliga forvitnisliga í ár er, at formaðurin fer at avdúka, hvønn dag nýggja høllin verður vígd!

Eftir ein drekkamunn verður ein sangløta við andakt, og síðani er høvi at síggja nýggju høllina og hinar báðar lonirnar, sum eru bygdar uppí Leguhúsið.

LES EISINI  Tað gjørdist ein gevandi túrur 

Síðsta tiltakið á ársmøtinum í ár er eitt møti klokkan 19.30, har Pól Johannessen, trúboðari, talar um evnið “At tæna í trúgv, vón og kærleika”. Ein kvinnubólkur av Argjum syngur, og tað verður fríur vitnisburður um Jesus. Undir møtinum verður barnaaansing, og tað verður høvi at lata Heimamissiónini eina gávu. Eftir møtið er drekkamunnur.

Á ársmøtinum verður eisini boðið til døgurða og nátturða fyri ein sámuligan kostnað, tekning er ikki neyðug.

Øll eru hjartaliga vælkomin á hesi tiltøk!

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina