Átrúnaður og kríggið í Ukraina

Tveir gamlir KGB-agentar standa saman í krígnum í Ukraina. Presturin og forsetin hava báðir tveir sera nógv at hugsa um. Í hesi grein hyggja vit nærri at ortodoksu kirkjunum og so fara vit at síggja, hví presturin, ið gjørdist milliarderur av at selja rúsdrekka og sigarettir, er vorðin ein av nærmastu vinum hjá Putin forseta í krígnum.

Tey okkara, ið minnast kalda kríggið, hava longu frá barni av hoyrt, hvussu kommunistiska Sovjetsamveldið søkti at kristnum, ið vórðu tveitt í fangahús fyri trúgv sína. Vit bóðu fyri bíbliusmuglarum sum Hans Kristian Neerskov og bróður Andreas og frøddu okkum, tá vit hoyrdu tíðindi um, hvussu Gud hjálpti sovjettiskum undirgrundarmeinigheitum.

Men aftaná, at Sovjetsamveldið fall og Russland stóð alt meira avbyrgt eftir, hava vit ikki hoyrt so nógv til tey kristnu í Russlandi. Men har eru framhaldandi stórir trupulleikar við trúarfrælsinum í landinum. Eitt nú er tað sera trupult at fáa skrásett lóglig kirkjusamfeløg og komnar eru lógir, ið revsa tað at boða Orðið. Tú kanst fáa bøtur ella verða settur fastur fyri at bjóða fólki til gudstænastu.

Fyrstu mánaðirnar í kríggi Russlands mótvegis Ukraina hava mong varnast, at Russland í alt størri mun nýtir átrúnaðin til at føra prógv fyri og legitimera álopið á Ukraina. Hetta hendir við at lata partriarkin í russisk ortodoksu kirkjuni, Kirill fáa ein alt meira sjónskan leiklut í samskiftinum.

Tað kann kanska tykjast løgið, at eitt land, ið søguliga er kent fyri at søkja at teim kristnu, brádliga sendur út ein prest at tala landsins søk. Fyri at finna frágreiðingina til hetta mugu vit kenna søguna. Tínæst mugu vit eisini hoyra eitt sindur um Kirill, ið eisini rúmar eitthvørt áhugavert.

Ukraina er “ein ómissandi partur av okkara egnu søgu, mentan og andaliga samleika.”

— Putin

Russisk Ortodoksa kirkjan

Í longu talu Putins undan innrásini kemur hann inn á átrúnaðarligu frásøgnirnar, ið vórðu grundaðar á stríðið um ukrainska tjóðskaparliga samleikan. Putin helt uppá, at Ukraina er “ein ómissandi partur av okkara egnu søgu, mentan og andaliga økið.” Við hesum orðum talaði Putin um ta tíðina, tá londini bæði vóru saman í einum kristnum kongadømi.

Tað var í ár 988, at prins Volodymyr I frá Kiev gjørdist kristin og samstundis grundaði kristna kongaríki, ið gjørdist byrjanin til nútíðar tjóðirnar Ukraina og Russland. Søgurnar siga, at prins Volodymyr var forelskaður í eini prinsessu frá Konstantinopel, og at umvending hansara var ein treyt, um hann skuldi fáa loyvi til at gifta seg við henni. Hetta ríki er felags andaliga støði í hesum londum. Síðan hetta hava hesar grannatjóðir verið vinir og óvinir í skiftandi tíðum, soleiðis sum bert brøður kunnu vera.

Í árunum aftaná, at múrurin fall um 1990 leitaðu mong menniskju úr gomlu sovjettisku statunum sær inn í tær kirkjur, tey ikki áðrenn kundu verið ein partur av. Í Russlandi og Ukraina var tað serliga Russisk Ortodoksa Kirkjan, fólk leitaðu sær til. Í 2017 vóru 71% av russum og 78% av ukrainum, ið hoyrdu til eina ortodoksa kirkju. Men í Ukraina er kirkjan í dag vorðin býtt í tveir partar. Størstiparturin við meir enn 11.000 meinigheitum helt fram sum partur av Moskva-kirkjusavnaðinum. Men fleiri enn 7.000 meinigheitir eru nú skipaðar í Ukrainsku Ortodoksu Kirkjuni.

Kortið vísir, hvussu størstu kirkjusamfeløgini í Ukraina fordeila seg í regiónir landsins.

Syndringin tók av álvara dik á seg aftaná kollveltingina í Kiev í 2014, tá táverandi forseti landsins, Viktor Janukovitsj, varð koppaður frá valdinum, av tí, at hann royndi at styrkja sambandið við Russland. Stutt eftir hetta bað partriark Filaret frá Kiev Russisk-Ortodoksu-Kirkjuna um at geva Ukraina sjálvstýri – men hetta varð sýtt teimum. Sum eitt tvørsint aftursvar valdi hann tí at grunda eina ohefta ortodoksa kirkju í Ukraina uttan samtykki úr Moskva. Moskva svaraði aftur við at ekskommunikera og seta í bann Filaret og tilnevna egnan patriark av Ukraina við støð í býnum Kharkiv í eystri.

Í 2018 skilti táverandi ukrainski forsetin, Petro Poroshenko politiska týdningin av ósemjuni og splitinum millum kirkjurnar. Í einum politiskum leiki skipaði hann fyri eini innsavnan av undirskriftum fyri økumeniska patriarkinum, Bartholomew I úr Konstantinopel. Á henda hátt kveikti forsetin lív aftur í aldagamla stríðið millum Moskva og Konstantinopel. Patriarkarnir í hesum báðum býum skutu seg báðir undir at vera leiðarar av ortodoksu kirkjuni í øllum Eysturevropa. Tað eydnaðist forsetanum at nýta kirkjuna í sínum politiska stríði. Høvuðsbiskupur, Bartholomew góðtók umbønina at geva ukrainsku kirkjuni sjálvstýri og gav sína signing til stovnanina av eini óheftari ortodoksari kirkju í Ukraina. Sum eitt úrslit av hesum kvetti russisk ortodoksa kirkjan felagsskapin við økumeniska patriarkati. Og forsetin Petro Poroshenko fekk sent avstað eitt sterkt politiskt signal til Russlands og Putin.

Tað var í hesi kirkjuligu støðu, at Putin helt sína longu talu undan innrásini. Hví hann dróg andaligu dimensiónina inn í taluna, tað kunnu vit bert gita um, men møguliga var tað í eini vón at rætta hondina út til limirnar í teim 11.000 russisk ortodoksu meinigheitunum í Ukraina, ið enn viðurkendu patriak Kirill sum andaliga leiðara teirra.  

Tað vakti øsing í Moskva tá patriark Bartholomew viðurkendi Ukrainsku Ortodoksu Kirkjuna sum sjálvstøðuga.

Hvør er Kirill? 

Eins og Putin vaks Kirill upp í Leningrad, sum nú eitur Sankta Pætursborg. Han varð borin í heim 20. november 1946, og navngivin Vladimir Mikhailovich Gundyayev. Bæði pápi og abbi hansara vóru prestar. Abbin varð enntá atsøktur vegna hansara kirkjuliga virksemi og stríð hansara mótvegis júst Russisk Ortodoksu Kirkjuni. Hetta bar við sær, at hann sat fongslaður í eini Gulag-legu á oynni Solovki í 20’unum, 30’unum og 40’unum.

Ungi Vladimir Gundyayev arbeiddi við at tekna eitt landkort, alt meðan hann tók sína útbúgving. Í 1970 tók hann prógv frá Teologiska Akademinum í Leningrad. Men longu árið undan hesum hevði hann fingið heilaga navnið, Kirill, eftir halgmenninum Cyril.

Njósnarin Kirill 

Tað var alment kent í samfelagnum, at stórt sæð allir leiðandi prestar í øllum kirkjusamfeløgum arbeiddu aktivt fyri KGB. Men hetta kundi ikki skjalprógvast, tað vil siga, uttan so, at tú fekst atgongd til skjalasavn KGBs. Og í kaotisku døgunum eftir falli Sovjetsamveldsins varð í roynd og veru atkomiligt til skjalasavn KGBs eitt stutt skifti. Tað var millum annað leiðslan í Russisk Ortodoksu Kirkjuni, ið bað um at fáa stongd skjalasavnið aftur.  

Men skaðin var longu tá hendur. Granskarar høvdu verið har inni og teir høvdu nátt at avmynda og taka notur. Og partur av tí, teir fingu út við sær aftur var navnið á einum KGH-agenti við dulnevninum Mikhailov. Tað var Kirill, sum eins og Putin hevði verið virkin sum njósnari. Hann varð tilnevndur fyristøðumaður fyri útvortis samband kirkjunnar, og tessvegna ferðaðist hann nógv, ikki minst í Evropa og Miðeystri. Her varð hann kendur sum andliti úteftir hjá Russisk Ortodoksu Kirkjuni. Tað var sera vælegnað at dekka fyri hansara fjalda KGB virksemi. Sambært skjølunum hevði hann ein serligan leiklut sum KGB-maður í “Kirkernes Verdensråd”, har hann var partur av Centralkomitéini, og sostatt hevði stóra ávirkan. Her slapp hann framat nøkrum av heimsins máttmiklastu átrúnarligu leiðarum, og í trúnaðarligum samrøðum við hesar kundi hann fáa til vega virðismiklar upplýsingar, ið hann kundi taka við sær aftur til KGB. Kirill fekk eisini eitt gott støði til at verja russisku myndugleikarnar við at seta fram uppáhald um, at trúgvandi ikki vórðu atsøkt og at ongi brot á mannarættindini vegna trúgv fóru fram í Sovjetsamveldinum. 
Í tveimum førum verður agenturin Mikhailov eisini nevndur í samband við atsóknir í Tjekkoslovakia.

Kirkjan varð nýtt til at innflyta bíligt tubbak og rúsdrekka

Tubbaks-metropolitanurin

Alt tað sama, so rak hann mitt í 90’unum frá kirkjuskrivstovu síni ein umfatandi handil við tollfríum tubbaki og rúsdrekka, og seinni eisini olju. Við at miksa síni egnu búskaparviðurskifti við tí hjá kirkjuni var tað gjørligt hjá honum at innflyta vøruna uttan skatt og avgjøld sum almannagagnligur non-profit felagsskapur. Kirill vann sær nógvan pening. Sera nógvan. Sagt verður, at hann í  dag er góður fyri uml. 30 milliardir danskar krónur, sum hann hevur vunnið sær við at keypa og selja út gjøgnum bakdyr kirkjunnar. Bara í 1996 innflutti hann átta milliardir sigarettir til Russlands. “Kirkju-virksemi” Kirills vaks sum ein kavabóltur, tá teir lógligu innflytararnir ikki kundu taka kappingina upp við hansara avgjaldsfríðu prísir av tubbaki og rúsdrekka.               

Ukraina sum ein átrúnaðarligur vígvøllur

Soleiðis máaði innrásin undan støðuni hjá Moskva-patriarkatinum og ávirkan Kirills í Ukraina er í dag sera avmarkað. Men hann hevur enn vald í Russlandi, har hann kann boða skrá Putins til milliónatal av kirkjulimum.

Sama hvør vinnur kríggið, so standa hesi bæði ortodoksu kirkjusamfeløgini í Eysturevropa fyri einum sera stórum bøtingararbeiði, tá friður aftur søkkur niður yvir Ukraina. Politisku leiðararnir í báðum londum hava týðiliga sýnt, hvussu teir aktivt nýta kirkjurnar til teirra politiska arbeiði, og hetta hevur skatt innanhýsis viðurskiftini hjá hesum kirkjusamfeløgum til hvønn annan. Men har er eisini stórur vandi fyri, at tað skaðar viðurskiftini hjá øðrum til kristnu kirkjuna, og tessvegna til Kristus sjálvan, tá Kristus ikki longur er miðdepil fyri virksemi kirkjunnar.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina