Augsburgska trúarjáttanin X: Lyklavald og syndajáttan

Hvønn leygardag gjøgnumgongur Trúboðin eina grein í Augsburgsku trúarjáttanini, sum er eitt av teimum fimm játtanarritunum hjá evangelisk-luthersku fólkakirkjuni. Jón Poulsen, prestur í Danmark, hevur skrivað, og greinarøðin varð prentað í Trúboðanum í 2007. Tíggjuda grein í røðini snýr seg um at játta sínar syndir.

“Um skriftamálið læra tey, at tað eigur at vera hildið fast við einstaklingaavloysingina, hóast tað ikki er neyðugt í skriftamálinum at rokna upp øll misbrot. Tí tað er kortini ógjørligt sambært sálminum: “Hvør kennir misbrotini?” Sl 19,13” (11. grein)

“Skriftamálið er ikki avlagt í kirkjum okkara. Tí likam Harrans plagar ikki at verða givið øðrum enn teimum, ið frammanundan eru roynd og hava fingið avloysing… mint verður á, hvussu stóran ugga avloysingin veitir óttafullum samvitskum. Mint verður eisini á, at Gud krevur trúgv, so vit trúgva hesi avloysing sum rødd hansara, ið ljóðar av himni, og at henda trúgv av sonnum fær fyrigeving syndanna og ognast hana…” (Úr 25. grein)

Dávid kemur við einum vitnisburði í einum av sínum sálmum, sum eg altíð havi verið so glaður fyri. Hann sigur soleiðis: “Meðan eg tagdi, tærdust míni bein av míni stynjan… Tá segði eg tær mína synd… og tú, tú fyrigavst mær syndasekt mína” (Sl 32).

Dávid hevði tagt um sína synd! Tað merkir ikki, at hann bara lat vera við at tosa um hana! Tað merkir heldur ikki, at hann í sínum hjarta góðtók, at hann hevði syndað, og bara hevði ilt við at tosa hart um tað. Nei, tað merkir, at hann vælvitandi um Harrans lóg syndaði móti Gudi – samstundis sum hann helt seg hava rætt til tað. Hann visti væl, hvat Guds orð segði; men Gud mátti skilja, at hann var vorðin rættiliga glaður fyri Batsebu. Tey vóru ikki gift. Tað visti Dávid væl, tó høvdu tey kynsligt samband! Hon var gift einum øðrum, kortini førdi Dávid hana fram fyri seg og fór í song við henni! Hann syndaði og umbar sína synd. Hetta førdi við sær, at andaliga sæð kom tað at standa illa til hjá Dávidi. Hann helt uttan iva uppat við at skriva sálmar, at lesa í Guds orði og at taka lut í tempulgudstænastuni! Hann fór longur og longur burtur frá Gudi. Líka til hann opnaði munn sín og játtaði sína synd.

LES EISINI  Avdúkaður! 

Lyklavaldið

“Tað, sum tit binda á jørð, skal vera bundið í himli; og tað sum tit loysa á jørð, skal vera loyst í himli” (Matt 18,18).

Nakað líknandi stendur í Matteus 16,19 og Jóhannes 20,23. Hvat er hetta fyri boðskapur, sum her møtir okkum? Jú, sigur Jesus, kirkjan hevur fingið vald at fyrigeva syndir – og ikki fyrigeva syndir! Tað merkir, at samkoman kann siga við ein syndajáttandi bróður: “Tú ert fyrigivin fyri Gudi!” Ella siga við ein, sum ikki vil játta ta synd, sum hann sjónliga livir í: “Tú kanst ikki móttaka Guds náði, tí tú noktar at játta og gera upp við tína synd.”

Lyklavaldið, sum Kristus hevur veitt síni samkomu, er, at “um vit játta syndum okkara, tá er hann trúfastur, so at hann fyrigevur okkum syndirnar og reinsar okkum frá allari órættvísi” (1 Jóhs 1,9).

Hvør skal so umsita hetta lyklavaldið? Jú, í fyrstu atløgu Guds orð.

Tað merkir, at tað, sum Bíblian kallar synd, er synd! Og har, sum Bíblian lovar náði, har er náði!

Í aðru atløgu er tað samkoman, sum skal umsita tað, tí tað er kirkjan, sum umsitur Guds orð. Og Jesus hevur skipað kirkju sína soleiðis, at har eru ymiskar tænastur og náðigávur. Øll kristin kunnu veita Guds fyrigeving; men vanligt er, at tað er tænastufyriskipað, hvør ger tað. Tað er presturin, sum doypir og umsitur altarborðið vegna Kristus – og tað er presturin, sum eisini hevur við skriftamálið at gera.

LES EISINI  Hvat sigur tú um tína synd?

Jákup sigur eitt sindur um hetta í sínum fimta kapitli. Hann tosar um, at um nakar er sjúkur, kann hann koma til teir elstu (tað eru leiðararnar – í okkara føri prestin), og verða salvaður, og um hann vil játta sínar syndir, veita teir honum Guds fyrigeving.

Skriftamálið

Tað er rímiliga vanligt í Føroyum at hava alment skriftamál, altso at øll kunnu koma fram og falla á knæ og innantanna játta sínar syndir, og presturin veitir fyrigeving.

Privata skriftamálið er hinvegin minni kent. Hetta er ikki so, sum tað skal vera.

Vit áttu at brúkt henda møguleikan meira, tí hetta er so gott fyri trúarlívið.

Ein kann koma við síni syndabyrðu og játta tað alt samalt fyri prestinum, sum hevur tagnarskyldu, og presturin veitir honum fyrigeving – Guds fyrigeving.

Sært tú gleðina í hesum? Um tú slítist við eini synd, sum tyngir teg, so ring til prestin hjá tær, og bið um tíð til skriftamál, og játta so fyri honum, tað sum nívur teg, og hann skal siga við teg, aftaná at tú hevur játtað: “So boði eg tær náðiga fyrigeving fyri allar syndir tínar í navni Faðirsins og Sonarins og Heilaga Andans.”

LES EISINI  At játta synd fyri menniskjum

Hetta kann presturin gera við Guds myndugleika, við Guds orði aftanfyri sær! Hann ger tað, tí Kristus hevur givið samkomuni lyklavaldið.

Fyrigeving og kenslur

Vit merkja næstan, hvussu glaður Dávid er, tá ið hann syngur í Sálmi 32, sum vit byrjaðu við. Tá hann ikki hevði fyrigevingina, var tað sum um, at myrku tankarnir høvdu valdið – og tá hann játtaði, so varð alt gott.

Møguliga var tað soleiðis, at Dávid upplivdi tað; men vit mugu ansa eftir, ikki at gera hetta til mátan, sum tað skal upplivast uppá. Tað eru als ikki øll, sum koma at brúsa við eini fantastiskari gleði, tá tey hava fingið fyrigevingina boðaða! Summi kunnu ikki fáa kenslur sínar til at góðtaka náðina; men tað er heldur ikki tað týdningarmesta.

Tað, sum vit eiga at gera, tá fyrigevingin verður bjóðað okkum, er at siga: “Guds orð lovar mær hetta! Tí er tað satt, um eg merki tað ella ei!”

Fyrigeving kann vekja kenslur, men ikki altíð. Tað, sum vit trúgvandi skulu leggja dent á, eru Guds lyftir. Gud lovar fyrigeving til tey, sum játta sínar syndir – tí gleða vit okkum um skriftamálið.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina