Barnakór á Strondum.

Týsdagin 17. nov byrjaði barnakórið á Strondum aftur. Áleið 20 glað og spent børn komu rennandi inn um hurðina. Eins og restin av samfelagnum steðgaði barnakórið við venjingum í mars, tá Korona rakti, men við atlitum til tey almennu tilmælini kundi barnakórið nú byrja aftur.
Á skránni var sangur, rýtma og andakt.

Barnakór hevur verið í nógv ár á Strondum, og tað er altíð ein gleði at síggja børn syngja um Jesus.
Barnakór er ein av teimum mátunum, børnini kunnu vera við til at boða gleðiboðskapin.

Á Strondum er barnakór týsdag klokkan 18.30-19.45, men tað er ikki bara á Strondum, at tað er barnakór. Til dømis er barnakór í Sørvági mikudag klokkan 17.00, og á Toftum er barnakór í samband við barnaringin mikudag klokkan 17.30. Á Skála er eisini barnakór aftaná sunnudagsskúla klokkan 12, men tað er ikki komið í gongd aftaná Korona.

”Eingin er ov lítil, sum vil hjálpa til. Vit øll kunnu gera, nakað sum Gud vil.” – Eisini børnini!

LES EISINI  Gamal jólasangur nýumsettur
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina