Beinta: Eg kundi ikki siga nei, tí Heimamissiónin hevur givið mær so sera nógv

Soleiðis sigur Beinta Tummasardóttir Klein, ið er nýggjasti limur í høvuðsstýrinum hjá Kirkjuligu Heimamissiónini.

Í síðstu viku hevði høvuðsstýrið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini fund (Samandráttur frá fundinum kann lesast her), har Beinta kom í høvuðsstýrið.

42 ára gamla Beinta, ið er ættað úr Miðvági, er gift við Havstein Klein, sum er prestur á Sandi. Tey hava seinastu árini búð í Sandi, har Beinta arbeiðir sum sjúkrarøktarfrøðingur í økistætnastuni á Sandoynni. Tey eiga fýra børn, har tvey av teimum lesa á Glasi, meðan tey tvey yngstu ganga í 5. og 3.flokki.

Fyri Beintu, ið hevur verið virkin í Heimamissiónini í nógv ár, var tað ikki ein torfør avgerð at fara í høvuðsstýrið.

– Heimamissiónin hevur altíð verið ein týðandi partur av mínum lívi. Sum barn var eg hvørt ár á summarlegu og annars øllum legum, eg kundi sleppa á. Sama við skótaarbeiði, og var tað eisini har eg hitti Havstein, og innanfyri somu rammur, vit byggja okkara familju á. Tá eg fór til Havnar at ganga í skúla, gekk eg á ungdómsmøti í Meinigheitshúsinum, har var eg beinanvegin heima, tí hetta var ein partur av sama arbeiði.

LES EISINI  Heimamissiónsforlagið verður uppraðfest

Tá vit fóru til Tansania, sum trúboðarar var tað ígjøgnum Trúboðan at vit fingu kallið til júst Tansania. Og Heimamissiónin var við til at senda okkum og stuðlaði okkum bæði peningaliga og við forbøn. Heima aftur í Føroyum var gott at framvegis vera ein partur av hesum arbeiði. Á Sandi eru vit eisini virkin í missiónshúsinum. Tað er gott at kunna vera við til at geva børnunum her nakað av tí allarbesta, sum eg havi fingið ígjøgnum Heimamissiónina. Tann góða felagsskapin og allar best trúnna á Jesus.

Tá Símun so ein dagin ringdi og spurdi, um eg vildi vera við í høvuðsstýrinum, so helt eg ikki at eg kundi siga nei, tí Heimamissiónin hevur givið mær so sera nógv, sum eg vónandi kann geva øðrum, og vónandi kann eg gera eitt gott arbeiði.

Beinta og Havstein hava áður verið Trúboðarar í Tansania, og júst hesar royndir vónar Beinta at hon kann brúka í høvuðsstýrinum.

LES EISINI  Nýtt starvsfólk á landsskrivstovuni í Nesvík

– Við at vera við, kann eg umboða fólkið her suðuri. Tær royndir, sum eg havi innan missión, er nakað, sum eg kann taka við í nevndararbeiði, fortelur Beinta, sum eisini heldur at tað er gott at Sandoyggin nú hevur fingið eitt umboð í høvuðsstýrinum.

– Sandoyggin er ikki tann, sum stendur sterkast innan Heimamissiónina. Her eru nógvar bygdir, men fáir sunnudagsskúlar. Tað eru nógv børn, sum ikki eru von at koma í sunnudagsskúla og heldur ikki á legur. Vit hava í nøkur ár havt juniorarbeiði, har ein stórur partur av børnunum hava verið við til juniorlegurnar í Nesvík. Eins og vit hava havt Sandoyarlegur í Nesvík. Hetta hevur verið við til at børn og vaksin her suðuri eisini føla seg heima í Nesvík. Annars eru møtir regluliga í Skopun og á Sandi. Eg haldi at vit vera nærri Heimamissiónini við at hava eitt umboð í høvuðsstýrinum. Tað verður lættari at fylgja við tí, sum hendir um landið og at vera ein partur av tí, greiður Beinta frá at enda.

LES EISINI  Gev jólagávu til Kirkjuligu Heimamissiónina

Trúboðin ynskir Beintu bestu eydnu og Guds signing í høvuðsstýrinum hjá Kirkjuligu Heimamissiónini.

Í høvuðsstýrinum sita annars Símun P. Jacobsen, formaður, Mariann D. Poulsen, næstformaður, Jan Johannesen 2. næstformaður, Ragnar Groth Mortensen, Ovi Brim, Jógvan Reynslág, Jørmund Foldbo og Beinta Klein.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina