Bíbliudagurin avlýstur

Bíbliudagurin, sum skuldi vera leygardagin 29. august er avlýstur. Nevndin fyri Bíbliuskeiðið ynskir at fylgja almennu tilráðingunum viðvíkjandi koronasmittuni, og tí metir nevndin at rættast er at avlýsa dagin.

Árliga Bíbliuskeiðið skuldi annars vera frá 27 – 30. august, men nevndin stytti tað niður til ein dag, sum nú eisini er avlýstur.

Fólk, sum hava goldið fyri dagin, fáa peningin aftur. Eru spurningar, kunnu fólk skriva til info@mission.fo

LES EISINI  Gleða seg alt árið til bíbliuskeiðið
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina