Biskupur og próstar úr Helsingør Stift vitja í Nesvík

Í dag eru danskir gestir í Leguhúsinum í Nesvík. Tað eru Lise-Lotte Rebel, biskupur í Helsingør Stift, sum saman við 16 próstum er á vitjan í Føroyum í hesum døgum. Ein av próstunum, Søren Isak Nolsøe, hevur konu úr Dali. Endamálið við ferðini er at kunna seg um føroyskt kirkjulív, og á túrinum vitja tey ymsa staðni um landið.

Undir vitjanini í Nesvík vísti Andrias Magnussen, aðalskrivari í Kirkjuligu Heimamissiónini, teimum umstøðurnar í leguhúsinum, og Símun P. Jacobsen, formaður, greiddi frá arbeiðnum hjá Heimamissiónini, bæði søguliga, verandi virksemi og framtíðarætlanir. Eftir framløguna og orðaskifti vórðu gestirnir bodnir til døgurða.

LES EISINI  Kvinnutingið 2019 spolar aftur til kjarnan: Hvat vórðu vit skapað til?
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina