Bók hjá Francine Rivers vorðin filmur

Í mong ár hava bøkurnar hjá Francine Rivers verið milum tær mest seldu á manna.fo. Nú er ein av bókunum vorðin kykmyndað.

Tað er bókin ”Tann kærleiki, ið veitir frælsi”, sum nú kann síggjast umvegis ymsar stroymingartænastur og finst undir uppruna enska heitinum, Reedeming Love.

Søgugongdin er kveikt av bíbilsku søguni um Hósea. Søgan savnars eg um Angelu, ein kensluleys skøkja í gullrúsinum í gamla wild-west, sum hatar Gud, allar menn og seg sjálva.

Hendingin fer fram í USA undirtí mikla Gold Rush í 1800-árunum. Ì eini kirkju biður ein bóndi nevndur Michael Hosea Gud geva sær eina konu.Stutt eftir kennir hann kallið at gifta seg við eini vakrari ungari kvinnu, hann hittir á gøtuni. Men hann sannar skjótt, at hon er tann mest eftirtráaða skøkjan á býarinnar skøkjuhúsi. Men Angela hatar bæði menn, Gud og seg sjálva.

Michael Hosea brúkar alt gulldustið hjá sær at gjalda fyri tíð saman við Angelu, tó uttan at hava sex saman við henni. Hann ynskir bert at  tosa, men hon vil als ikki lurta. Og tað verður ikki nógv betur tá hon – særd av valdsnýtslu og buking av einum av monnunum í skøkjuhúsinum – endiliga velur at uppfylla størsta ynski hjá Michael Hosea.

LES EISINI  Ummæli: The Chosen

Mín meting av ljósmyndunum

Eg havi ikki lisið bókina, og tá eg sá filmin, visti eg ikki at Francine Rivers hevði skrivað uppleggið. Eg helt tað bara vera enn ein romantiskur filmur, sum eru í túsundatali. Men tað var bert ein løta, tá eg – á gott og ilt – føldi nakað vælkent við filminum. Bøn Michael Hosea til Gud var eygsýniliga skrivað av einum, sum sjálv/sjálvur hevur roynt at biðja. Og Michael Hosea tónar fram, sum tann fullkomni kristni, ið ongantíð stígur fótin skeivt. Yvirfyri honum er tann líka so fullkomni syndarin, ið ongantíð megnar at gera nakað rætt, Hóast vit síggja eitt sindur meira bert hold enn vanliga í einum kristnum filmi, vóru nøkur greið eyðkenni um, at hetta var tað tú áður í Danmark kallaði ein Felix filmur.

Felix-filmurin varð nevndur eftir táverandi musikk- og filmforlagnum hjá Indre Mission, og var ofta svart/hvítur í persónslýsingunum. Tað gjørdi viðhvørt persónarnar eitt sindur óálítandi, men samstundis hjálpti tað til at duka teologiska kjarnuna inn í hjarta, sál og sinn.

Og soleiðis er tað eisini her. Hann trínur fram næstan sum frelsarin sjálvur, og hon er í valdi djevulsins. Og tí hendir tað undursama, at flestu reiðiligu kristnu ivaleyst halda tað vera líka so lætt at spegla sær í henni sum í honum. Tí eingin menniskja er so fullkomin sum hann. Flestu menn – ikki heldur teir mest gudsóttandi kristnu menninir – eiga at koma sær í eina seksuella støðu, tí teir gjarrna vilja hjálpa eini kvinnu. Og her hava vit ein 26 ára gamlan mann, sum giftir seg við eini sera vakrari kvinnu, og sjálvt aftaná tey eru gift freistast hann ikki til at hava sex við henni, áðrenn hon kensluliga er til reiðar til tað. Tað er enntá hóast hon fleiri ferðir bjóðar seg fram. Ha….

LES EISINI  The Chosen: nýggjar upptøkur verða gjørdar.

Mær var filmurin ein óvæntað gleði. Eg fekk meira, enn eg hevði vónað, tá eg feitt økjumkvøldið fór í bað, minkaði ljósið á baðirúminum og gleddi meg til at hvíla meg við einum filmi. Sum kærleiksfilmur er hann á mongum økjum líkur so nógvum øðrum, men við uppískoyti av av bíbilskum denti, ið einans gjørdi filmin betri.

Tí haldi eg, at mong onnur kristin eisini høvdu dámt at sæð henda filmin. Vit skilja vónloysi hjá Michael Hosea, og vit virða ynski hansara um at gera Guds vilja. Eisini er tað nakað, vit kenna aftur, tá hann einaferð biður: «Gud, næstu ferð eg biði u meina konu, skal eg vera meira tilskilaður». Av royndum vita vit, at Gud hevur tað við at snara tí eitt sindur, tá hann svarar bøn. At bønarsvar ofta verður fylgt av eini avbjóðing til at vaksa í bundni og áliti á Gud. Munnu ikki mong kristin vilja geva filminum 7 – 8 av 10 stjørnum…( Hóast vit vildu ynskt, vit eisini sóu stríðið hjá Michael Hosea at vaksa í trúnni).

LES EISINI  Kristin filmur sterkur í Føroyum: I Still Believe um Jeremy Camp í biografinum

Men hóast filmurin er flottur og á mangan hátt ein vakur filmur, hevði meirilutin av teimum ikki-kristnu ivaleyst ikki verið so hugtikin av hesum filmi. Ivaleyst nakrar færri stjørnur.

Manna.fo hevur annars framvegis fleiri eintøk av hesi vælumtóktu bók á goymslu. Tú kanst keypa hana HER.

Filmurin kann verða leigaður gjøgnum fleiri stroymingarfeløg, sum t. d. Amazon, Google TV og Apple TV. Eg sá hann á Sky Showtimes, sum kann fáast á danska TV2Play.

Carsten Fonsdal Mikkelsen hevur skrivað
Gunnar Reynslág umsetti

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina