Bókahyllin: Frygt ikke

Í USA verður skemtandi sagt, at um tú ikki eigur eina bók við Max Lucado, ja so ert tú als ikki kristin. Og við meira enn 130 miljónir seldar bøkur eru sannlíkindini fyri at raka við eina av hansara bókum í einum kristnum heimi eisini rættiliga stór. Í 2010 gav hann út eina av hansara best umtóktu bókum, Óttast ikki. Nú hevur Manna.fo fingið hesa bók á goymslu.

Bókahandilin Manna.fo hevur fingið nýggjar bøkur. Fylg við á Bókahyllini her á Trúboðanum, har vit lýsa bøkurnar leypandi, ella far inn á Manna.fo, har allar bøkurnar kunnu býleggjast.
Bøkurnar vera senda avstað fyrsta arbeiðsdag eftir býlegging

Ótti fyllir nógv í tíðini, vit liva í. Tað kann vera ótti fyri yvirgangi, ránum, at svíkja onnur, náttúruvanlukkum, framtíðini og at vera miseydnaður. Í 1. kapitli í bókini skrivar Max Lucado: Óttin fyllir kanska okkara verð, men tað er ikki neyðugt, at hann fyllir okkara hjarta. Hann fer altíð at banka á dyrnar. Vit mugu bara ikki bjóða honum inn at eta saman við okkum, og vit mugu fyri alt í verðini ikki geva honum innivist. Latið okkum heldur taka við Jesu áminning um ikki at óttast.

Krists lyfti og høvuðsuppáhaldið í hesi bók er sera einfalt: Vit kunnu læra at óttast minni í morgin, enn vit gera í dag.

LES EISINI  Bókin 'Dyb hvile og dynamisk liv' - er aftur á goymslu

Rithøvundur: Max Lucado
Forlag: 
Lohse
Útgivin: 2011
Blaðsíður: 240
Prísur kr 150,00             

Bókin kann keypast á manna.fo

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina