Bókahyllin: Tvær spennandi bøkur

Under halvmånen
Lívið sum kristin í muslimska heiminum

Hvussu er tað at liva sum kristin í einum landi, har meirilutin er muslimar? Tann spurning hevur høvundurin sett sær fyri at kanna. Á eini ferð í Zanzibar, Ísrael-Palestina og Turkalandi hevur hann havt samrøður við eina røð av umboðum fyri tann kristna minnilutan. Og í samrøðum við kristin, sum liva í útlegd, fáa vit eitt spennandi innlit í tann sera stóra vøkstur, sum undirgrundskirkjan í Iran er fyri í hesum árum.

Felagsnevnarin er, at tey kristnu eru undir trýsti. Treytirnar og forfylgingin er ymisk frá landi til land. Men tað óvæntaða er, at hóast myndugleikar, familja og landsmenn forfylgja tey kristnu, missa tey ikki sítt dirvi. Tey halda fram við at boða evangeliið.

Bókin er ein sterkur vitnisburður um, at Jesu orð í missiónsboðunum eru trúverd: Eg eri við tykkum allar dagar alt til veraldar enda.

Rithøvundur: Saner Hansen
Blaðsíður: 204
Prísur: kr 200,00
Forlag: Logos
Keyp á manna.fo

LES EISINI  Við honum út á Golgata í nýggjari útgávu.

Himlen åben

Bókin er ein hjálp til at síggja Jesus í sálmabókini í Gamla Testamenti og at hava bønarfelagsskap við hann. Tað verður veitt hjálp til at lesa Bíbliuna, vitnisburðar og boðan á ein fjølbroyttan hátt. Undirvísingin í sálmunum sínámillum og hebraiskum skaldskapi v.m. verður ikki bara miðlað sum skúlavitan, men í tøttum samanhangi við tann uppbyggjandi vitnisburðin.

Høvundurin er ikki bangin fyri at viðgera teir truplu spurningarnar, sum mangir bíbliulesarar hava møtt, tá teir hava roynt at brúka sálmarnar sum sínar persónligu bønir: Hví kennast summir sálmar so ágangandi í sínum myndum? Hvussu skal eg fyrihalda meg til sálmarnar, sum snúgva seg um hevnd og fíggingdar? Og hvussu við teimum sálmunum, har skaldið umtalar seg sjálvan sum “rættvísan” og “uttan skuld”?

Tað er týðiligt, at bókin er vorðin til eftir persónlig stríð við hesar og aðrar spurningar; men eisini at stríðið hevur borið ávøkst og er vorðið til stóra gleði og ugga við Sálmunum, sum vit øll nú verða boðin við til at fáa lut í, og at brúka í okkara andaktslívi.

LES EISINI  Manna.fo hevur Pop up handil í Saltangará

Rithøvundur: Dan Hessellund
Blaðsíður: 323
Prísur: kr 225,00
Forlag: LMBE
Keyp á manna.fo

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina