Bókaumrøða: Ein boðskapur, sum setur hjartað í frælsi

Unn Breyt Kass umrøður bókina “Jesus alene”, ið fæst til keyps á nethandlinum hjá Heimamissiónsforlagnum keyp.mission.fo

Allarstørsti andaligi tørvurin hjá einum kristnum er evangeliið um náðina og frelsuna í Jesusi. At boða hetta evangeliið var hjartamálið hjá enska prestinum og seinni biskupinum J. C. Ryle (1816-1900).

Seinastu áratíggjuni eru bøkurnar hjá Ryle endurprentaðar og útbreiddar í stórum tali. Hann skrivar einfalt og greitt, vekjandi og frígerandi. Hann leggur dent á, at vit sjálv einki kunnu gera til okkara frelsu. Vit verða øll frelst við náðini í Jesusi Kristi og bara henni. Tað lívið, sum er ein ávøkstur av trúnni á hann, kann ikki leggjast afturat Jesusi og hansara frelsu. Frá byrjan til enda hava vit sum kristin bara eitt at líta á, troysta okkum við og rósa okkum av: Jesus aleina.

Hesin boðskapur setur hjartað í frælsi og skapar neyð fyri, at onnur verða frelst.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina