Bókin hesa vikuna: “De fortabte sønners Gud”

Líknilsið um burturfarna sonin er kanska tað líknilsið hjá Jesusi, sum flestu okkara kenna, men sum fá skilja.

Timothy Keller lýsir allar persónarnar í hesi tíðarleysu søguni fyri lesaranum, og hann vísir á, at hetta ikki einans er um ein burtuafarnan son, men eisini um ein fordømandi beigga og – mest av øllum – ein kærleiksfullan faðir.

Við hesum verður tú boðin inn í líknilsið um teir báðar burturfarnu synirnar. Ert tú tann yngri sonurin, undrast tú kanska yvir, hvussu Gud oyðslar við síni náði.

Ert tú tann eldri sonurin, hevur tú kanska als ikki hug til hesa innbjóðingina. Ger tað kortini. Tí henda sama náðin er eisini til tín.

Rithøvundur: Timothy Keller
112 blaðsíður
Bókin kostar 130,00 kr
Bókin fæst á manna.fo – og verður eisini at fáa við stóra bókaborðið hjá Heimamissiónini, sum verður í vikuskiftinum 25. – 27. oktobur í Skúlanum á Fløtum í Havn.

LES EISINI  Fleiri nýggjar bøkur
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina