Bókin hesa vikuna: “Du dækker bord for mig – en vandring med Salme 23”

Helle Warming hevur skrivað bókina, sum er prýdd við málningum eftir Sieger Køder og Helle Noer.

Bókin er ein gjøgnumgongd av 23. sálmi í Gamla Testmenti, ein gongd í teimum myrku dølunum í okkara lívi.

Við eygunum og trúarinnar eygum kunnu vit gera ymsar uppdagingar í málningunum í bókini.

Høvundurin bjóðar okkum opið og erliga við á nakrar av ferðunum, hon sjálv hevur gingið í lívsins dølum. Hon hevur kent, at Heilagi Andin kann tala til hennara, tá hon til dømis ímyndar sær bíbilskar tekstir.

Royndirnar eru persónligar, men hennara umhugsan kann geva okkum øðrum dirvi til at gera tað sama. Og so taka tekstur og myndir okkum við á eina innihaldsríka ferð gjøgnum Sálma 23 og boðskap hansara um Guds nærveru og umsorgan í teimum myrku dølunum.

Bókin er 160 blaðsíður og er innbundin.
Prísur. 250,00 kr.
Bókin fæst til keyps á manna.fo

LES EISINI  Bókaummæli: Eitt er neyðugt
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina