Bókin um Johan løgd fram

Hóskvøldið 7. desembur varð bókin um Johan Olsen, fyrrverandi sjómanstrúboðara, úr Rituvík, løgd fram í Missiónshúsinum í Rituvík.
Tað er Oda Johansdóttir, dóttir Johan, sum hevur skrivað bókina, sum er 200 síður.
Hon greiddi frá arbeiðinum við bókini og frá innihaldinum. Uppmøtingin var góð, tí umleið 85 fólk vóru til framløguna.

Bókin byggir mest á dagbøkur hjá Johan, sum hann skrivaði frá 1960, tá hann byrjaði sum sjómanstrúboðari. Hann skrivaði dagbók heilt til hann andaðist í 2003.
Johan, sjómanstrúboðarin, við einum armi, var ein kendur persónur, sum ferðaðist nógv. Flestu fólk minnast hann mest fyri sítt ótroyttiliga arbeiði fyri sjómansheimið Ørkina í Reykjavík. Tað var eitt av hansara stóru hjartamálum, saman við missiónshúsinum í Rituvík og Runavíkar Sjómansheimi.
Johan ferðaðist eisini nógv um føroya landið við gleðiboðskapinum, vitjaði sjómanskvinnuringar, skip og var dúgligur til húsvitjanir. Sum trúboðari vitjaði hann eisini í Onglandi og í Danmark.

Bókin byggir eisini á samrøður við familju, vinir og bygdafólk, og nógvar myndir eru í bókini.
Bókin viðgerð eisini familjuviðurskiftir og bygdalív í Rituvík, sum er hugaligt at fáa út í bók, nú Rituvík í ár er 150 ár.

LES EISINI  Hjálp: Hvussu skal bókasølan eita?

Tillukku við bókini Oda!

Bókin kostar 260 krónur og fæst á Manna.fo og í bókhandlum.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina