Bøkur um bøn – altjóða kvinnubønardagin

Í dag, fríggjadagin 5. mars, verður Altjóða Kvinnubønardagur hildin kring allan heim. Hetta er eitt felagskristiligt tiltak, har kvinnur úr eini 170 ymiskum londum og úr ymiskum samkomum og kirkjum koma saman í bøn.
Í Føroyum hevur dagurin verið hildin síðani einaferð í 1960-unum. Í dag verður hann  hildin klokkan 19.30 á hesum støðum: Hoyvíkar Kirkju og í KFUM&K í Klaksvík.
Í ár hava kvinnurnar í Cook-oyggjunum, ein oyggjarbólkur, sum hoyrir undir New Zeland, lagt skránna til rættis og tað verður biði fyri hesum oyggjum.

Nethandilin Manna.fo hevur ymiskar bøkur um bøn:

Bønner til alle tider

Ein bønabók at hava við á ferðini ella liggjandi í kamarinum. Har eru orð um bøn, nýggjar og gamlar bønir og tómar síður til at skriva tínar egnu bønir á.
Bønin býr í okkum øllum. Takk ella hjálp eru helst tær bønir, sum við kenna best – og sum ein og hvør megnar at biðja. Men ein kann eisini hava brúk fyri fleiri orðum. Dirvi til at koma í gongd ella uppskot til at koma víðari. 
Anna-Marie Hansen hevur savnað eina røð av bønum. Fyri ein part bønir, sum hava víst sína styrki gjøgnum øldirnar, og fyri ein part bønir, sum er skrivaðar í nýggjari tíð. Bókin byrjar við eini hugleiðing um bøn og endar við eini røð av blonkum síðum, har ein kann skriva egnar bønir.
Kr. 160,00
Keyp á manna.fo…

LES EISINI  Bókin hesa vikuna: "Jesus er Guds ord"

Jamen, bad jeg da for lidt?

Jesus hevur lovað at geva okkum alt tað, sum vit biðja um. Hví fáa vit tað so ikki altíð? Hava vit biðið ov illa? Ella biðið ov lítið? Ella trúð ov lítið?

Tað er helst ikki neyðugt at lýsa út í æsir, at hetta er eitt tað truplasta og týdningarmesta evnið yvirhøvur í okkara lívi við Gudi. Tíverri er tað eisini steðgistað hjá nøkrum av teimum skjótastu og grynstu svarunum í kristnari siðvenju. Og vit pínast øll av teimum alt ov skjótu og alt ov einføldu svarunum.
Við sínum beinleiðis og sannføra hátti tekur Leif Andersen lesaran við inn í teir mongu truplu spurningarnar, sum eru knýttir at bøn, sum at síggja til ikki er svarað.
Kr 100,00
Keyp á manna.fo…

Aðrar bøkur um bøn:

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina