Brasilsk vitjan á KFS-leguni næsta vikuskifti

KFS stendur fyri Kristiligur felagsskapur fyri skúlaungdóm og lesandi, og er ein felagskirkjuligur felagsskapur, sum virkar millum lesandi í miðnámsskúlum og undir hægri lesnaði. Vikuskiftið 22.-24. mars skipa tey fyri árligu KFS-leguni, sum aftur í ár verður hildin í Kelduni í Skálafirði.

Evnið á KFS-leguni í ár verður “Revive Føroyar”. Revive merkir at lívga, at okkurt livnar uppaftur ella fer at blóma av nýggjum. Grundin til at seta hetta sum heiti fyri leguna er, at okkum tørvar veking í Føroyum, siga fyrireikararnir. Tí okkara partur av heiminum, sum í øldir kanska var tann mest kristiligi, er við tíðini vorðin ein tann minst kristiligi, samstundis sum stórar vekingar fara fram í øðrum heimspørtum. Tí tørvar okkum, at Gud aftur lívgar okkum, so at kristna trúgvin aftur fer at blóma okkara millum, bæði her í Føroyum og í Evropa annars.

Tann andligi parturin av leguskránni fevnir eitt nú um bíbliuundirvísing, talur, bøn, forbøn, samtalu, lovsang og bíbliulesnað.

LES EISINI  40 føroyingar á altjóða KFS-stevnu í Týsklandi á nýggjárinum

Og tey lesandi fáa forkunnuga vitjan á leguni í ár, tí høvuðstalari verður Sarah Breuel. Hon er upprunaliga úr Brasilia, hevur búð í Italia í nógv ár, og tosar flótandi enskt. Hon arbeiðir sum “Evangelism Training Coordinator” í evropeiska KFS, umframt at hon er høvuðsleiðari fyri stóru evropisku KFS-leguna “Revive Europe”, sum verður í Týsklandi á nýggjárinum. Fyri kortum talaði hon fyri 16.000 lesandi fólkum á amerikansku missiónsstevnuni “Urbana 2018”.

Sarah Breuel talar fríggjakvøldið og leygarmorgunin á KFS-leguni um veking út frá teimum báðum fyrstu kapittlunum í Ápostlasøguni, og leygarkvøldið talar hon á møtinum.

Tilmeldingin til leguna hevur verið opin í tríggjar vikur, og prísirnir eru settir eftir, hvussu skjótt ein teknar seg. Tað er avmarkað pláss til at gista.

Tekning fer fram her.

 

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina