Brent gummi og andaktir

Her hoyra vit um lívið hjá monnum, ið valdu at fylgja teirra stóra áhuga fyri bilum, hestakreftum, kapping og nógvari ferð og sum samstundis gjørdust fyrimyndir hjá ungum við somu passión.

Ungir bilførarar í ungdómsklubbinum, Dekkslit brenna gummi, so tað stendur eftir.

Frá krónni og motellinum Høk í Skjeleberg í Noregi svingar bygdavegurin seg inn í og framvið skógarøkinum og leiðir fram til ein sera óvanligan ungdómsklubba. Roykurin frá bilum og luktur av gassi og brendum gummi blandar seg við hvinini frá bilum, sum fara skríðandi við stórari ferð síð um síð í svingunum. Her eru mong ung savnað, sum standa í yvirklæðum og tosa biltos.

Klubburin Dekkslit
Annanhvønn leygardag savnast umleið 40 persónar í ungdómsklubbinum, Dekkslit at koyra bil og hava andakt. Dekkslit varð stovnaður av Øivind Syverstad fyri 38 árum síðan og er eitt framhald av einum dreingjaliði frá Løkke biðihúsi.



“Dreingirnir gjørdust alt eldri og vuksu frá áhuganum at smíða fuglabúr og tílíkt, so eg gjørdi av at stovna ein nýggjan klubba, ið kundi fanga áhugan hjá dreingjunum”, sigur Syverstad og heldur fram, at av tí, at hann hevði eitt bilverkstað og stóran áhuga fyri bilum, ja, so gjørdist bilkoyring tað náttúrliga valið.

Dekksliter’n Ungdomsklubb

Góð kensla av ábyrgd
Harfrá gekk tað bara ein veg. Klubburin vaks og vaks og í dag eru um 80 limir. Klubburin er kendur fyri at vera sera inkluderandi og hóast har hava verið avbjóðingar av ymsum slag, so hevur hann ongantíð tveitt nakran út úr klubbinum. Limirnir sleppa at koyra frá tí, teir hava fylt 14 ár og hava 500 kr. Soleiðis kunnu øll vera við, sama um tey standa væl í tí ella ikki. Limirnir fáa eisini ábyrgd at halda og røkja bilarnar eftir besta førimuni, so bilarnir eru nýtiligir so leingi sum gjørligt. So gera vit av í felag, nær bilarnir skulu høggast upp, greiðir Syverstad frá. Hvønn týsdag hava tey skrúukvøld, sum Morten Antonsen, ein av hinum leiðarunum stendur fyri. “Vit síggja nógvar fáa eina góða kenslu av at duga. Teir læra nógv við at fáa ábyrgd fyri egnum bili”, sigur Antonsen.

Andakt og fyrimyndir
Langt frá allir, sum eru við í klubbinum eru kristnir, men kortini er andaktin ein fastur partur av skránni. Tá savnast allir í klubbhúsinum at fáa sær hitan saman við kaffi, sodavatni og pylsum.

“Her eru øll við, óansæð um tey hava eina kristna trúgv ella ikki. Eingin far skaða av at hoyra eina andakt, tvørturímóti”, sigur Syverstad og leggur dent á, at tey ynskja, at Jesus skal vera lættur at finna fyri øll, ið ynskja tað.

“Vit ynskja eisini at geva teimum eina barlast í lívinum. Eg vóni, vit kunnu verða góðar og tryggar fyrimyndir sum kristin, ið tað hevur virði at kenna og fylgja eftir”, sigur Syverstad.

Trúgv tænasta
Tá teir byrjaðu hetta var Syverstad 30 ára gamal, nú er hann vorðin 68. Hann hevur verið trúgvir í arbeiðnum her heilt frá byrjan og einkultir limir, ið eisini vóru við frá byrjan av, hava nú fingið børn, sum eisini eru komnir upp í klubbin. Syverstad letur ongan iva vera um, at lykilin til hetta trúfesti er Jesus. Eg eri eitt sindur keddur um og vildi fegin kunna sagt frá einari persónligari søgu um onkran, sum er vorðin frelstur her, men tað hevur sjálvandi eisini stórt virði, at tey, ið koma úr kristnum heimum verða varðveitt í trúnni gjøgnum kristnan og góðan felagsskap og kristnar fyrimyndir og hann leggur afturat, at júst slíkar fyrimyndir vóru hansara bjarging, tá ið hann sjálvur var ungur. “Vit ynskja at vera har fyri teir og vísa teimum, at vit eru góðir við teir og siga teimum, hvør sjálv keldan til kærleika er og at elska teir inn í himmalin. Um eg kundi vunnið eina sál fyri Jesus, so hevði tað verið øll hesi árini vert við knossi og stríði”, sigur Syverstad at enda.
Utsyn: Jørgen Greve

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina